Nú er stundin

Brandur Sandoy, Tinglimur og borgarstjóri á Sandi
------------

Summi politisk mál hava tað við at fara av sporinum, og hetta kunnu vit av røttum staðfesta um málið, viðvíkjandi gjald fyri koyring ígjøgnum undirsjóvartunlar, og fígging av Sandoyartunlinum.
Øll orrustan byrjaði við, at landstýrismaðurin spældi út við hvørjar hugsanir hann hevði um málið.
Hann vildi, at Skálafjarðatunnilin saman við teimum verandi undirsjóvartunlunum, skuldu fíggja ein komandi Sandoyartunnil. Útsøgnin varð, at hann dugdi ikki at síggja annan møguleika enn henda, um Sandoyartunnilin skuldi gerast veruleiki.
Hetta sjónarmið fall vestur- og norðurborgarstjórunum fyri bróstið, og tey meldaðu út, at tey vildu ikki fíggja hinar tunlarnar.
Hetta fall suðurborgarstjórunum fyri bróstið, og teir meldaðu út, at um tað skal verða frítt at koyra í undirsjóvartunlum, so skal tað eisini verða frítt at sigla.
Síðani hava partarnir ikki flutt seg nevnivert.
Men er ósemjan nú so stór hóast alt?
Eg ivist onga løtu í, at suðurborgarstjórarnir kunnu taka undir við, at Sandoyar- og seinni Suðuroyartunnilin kunnu verða fíggjaðir á sama hátt, sum hinir undirsjóvartunlarnir hava verið, nevniliga yvir skattin og við nýtslugjaldi.
Heldur ikki ivist eg eina løtu í, at norður- og vesturborgarstjórarnir eru við uppá, at sjóvegis farleiðirnar eisini verða ókeypis, um teirra undirsjóvartunlar verða tað.
Sjálvur haldi eg tað verða skeivt, at sjóvegis farleiðirnar verða ókeypis, men rætt hevði verið at tær gjørdust kostnaðarminni. Eisini haldi eg, at norður- og vesturborgarstjórarnir eiga at verða tilreiðar, at góðtaka eitt lítið gjald fyri rakstur av teirra undirsjóvartunlum, tá teir eru útgoldnir.
Hvar er so ósemjan?
Jú, hon er um leistin ið landsstýrismaðurin hevur borðreitt við.
Skálafjarðatunnilin eigur helst at verða gjørdur av privatum, um so er at hann er ein so góð forrætning. Uttan iva verða lánitreytirnar um fá ár betri enn í dag, og sum er, er tað eisini koyrandi av Skálafjørðinum til Havnar.
Sandoyartunnilin eigur hinvegin at verða gjørdur av landinum beinanvegin, og hann eigur at verða fíggjaður sum hinir báðir undirsjóvartunlarnir hava verið fíggjaðir, yvir landskassan og við nýtslugjaldi.
Orsøkin til at Sandoyartunnilin eigur at verða gjørdur beinanveg eru fleiri.
Sandoyggin hevur verið fyri stórari afturgongd í fólkatalinum seinastu 20 árini, eini 20-25%. Oyggin stendur enn til at bjarga, men bert um skjótt verður borið at.
Pengar hava við inflatiónini lyndi at minka í virði. Vágatunnilin varð ovurhonds dýrur tá hann varð gjørdur, hann kostaði 280 mió. kr. Ongin hevði ivast í dag, at brúkt 280 mió. kr at fingið fast samband til Vágoynna. Sandoyartunnilin kostar 700 mió. kr, og um 20 ár hevur henda upphædd nógv minni virði enn í dag, so tá fer ongin at ivast í, at avgerðin um at gera Sandoyartunnilin nú varð røtt.
Somuleiðis hevur Sandoyggin í dag eitt ferjusamband, sum sambært kanning kostar um 17 mió. kr á hvørjum ári. Henda upphædd kemur at vaksa í takt við herðing í IMO krøvum, og um 15 ár skal nýtt skip gerast til farleiðina, sum kostar trýsifraða milliónaupphædd.
Nú er stundin
Landsstýrismaðurin hevur víst í verki, at útoyggjar eiga pláss í huga hansara.
Nú vóna vit í Sandoynni, at landsstýrismaðurin eisini sær tann ótrúliga møguleika hann hevur, at fáa Sandoynna fram ájavnt við onnur; at landsstýrismaðurin vísir seg visioneran, og sær møguleikar heldur enn forðingar.
Fíggingarmøguleikarnir tørva ikki, vónandi heldur ikki viljin.