ODDAGREIN: Ófatuligt ósmædni

Tað stendur á gomlum nøglum, nú fleiri løgtingslimir royna at halda fast um hamrandi órættvísa skatta­fría ferð­a­í­skoyti, sum ting- og lands­stýr­is­fólk uttan fyri høvuðsstaðin fáa.
Men tað líkist markinum til mark­leyst ó­smædni, tá Bill Just­in­us­sen nú roynir at siga, at hetta er ikki meira enn onnur fólk í al­menn­um starvi fáa.

Við Kringvarpið segði Bill Just­in­us­sen um vik­u­skift­ið, at tað eru á­vísar reglur, sum áseta, hvat starvs­fólk fáa í end­ur­gjaldi, um tey eru ar­beiðs­ør­indi fyri arbeiðsgevaran í egn­um bili. Og at endurgjaldið hjá pol­it­ikk­arum okkara er ásett í sam­svar við hesar reglur ? enntá fyri 100 arbeiðsdagar um árið, sum er í minna lagi sambært ting­mann­i­num.

Tað er rætt, at starvsfólk, sum í egnum bili gera ørindi fyri ar­beiðs­geva­­ran, fáa ávíst endurgjald fyri hvønn koyrdan kilometur.

Men Bill Justinussen fer ótrúliga lætt um sann­leikan í hesum máli. Bill er rokn­skap­ar­lærdur, og hann veit út­merkað væl, at tað er mun­ur á at ferð­ast fyri ar­beiðs­gev­er­an og at ferð­­ast til og frá arbeiði. Vit hava fleiri ferðir áður víst á, hvørjir takst­ir eru galdandi, tá koyrt verður til og frá arbeiði. Og teir takstir eru altso ikki í nær námind teimum 3,20 krón­unum, sum fáast fyri hvønn koyrd­an kil­o­met­ur, um koyrt verður í øri­ndum fyri arbeiðsgevaran. Tá Bill Just­in­ussen koyrir av Glyvrum til Havn­ar, er hetta ferðing til og frá ar­beiði – og IKKI koyring fyri ar­­beiðs­gevaran. Í øllum førum ikki, tá um­ræð­ur vanliga borgaran. Og sein­­ast vit hugdu eftir, vóru somu lóg­ir gald­andi fyri tingfólk sum fyri okk­um onnur.

Eitt er, at ein einsamallur ting­mað­ur á hendan hátt ikki himpr­ast við at fara lætt um sann­leik­an. Enn meira skelkandi er, at Bill Just­in­us­sen eft­ir øll­um at døma hevur ein meir­i­luta av tingmanningini aft­an fyri seg. Ein meiriluta, sum stútt og støðugt berjist við hond­um og fót­um fyri at tví­halda um nakr­ar hamr­andi ó­r­ætt­vís­ar fyri­mun­ir, sum Løg­ting­ið hev­ur lóg­giv­ið nið­ur í egn­ar lumm­ar.