Sverri Mortensen 90 ár: Gjørdist sangari á gamalsaldri

Tann 19. mars verður Sverri Mortensen á Argjum 90 ár. Sum eina føðingardagsheilsan skal Sveri eiga hesa Miðvikuna við brotum úr hansara lívi, soleiðis sum hann sjálvur hevur greitt frá

Ofta er tað av tilvild, at fólk kunnu gerast vinir, og tað var tað eisini hjá okkum. Sverri plagdi at svimja saman við Olafi, sum ar­beiddi á fiski­manna­felagnum í 35 ár. Teir blivu ógvu­liga væl, og Sverri kom onkun­tíð inn á gólvið á skriv­stov­uni. Tá komu vit eisini at kenn­ast og blivu eisini vinir.
Sverri er ein fróðarmaður, og hann hevði mangt íkastið til FF-blaðiði í sínari tíð og eisini til mína skriving í Sosialinum.
Nakað av hesum greiddi Sverri eisini frá í áhugaverdari samrøðu við Jógvan Arge fyri kortum.

Næstyngstur av 12 systkjum
Sverri hevur í FF-blaðnum greitt so­leiðis frá um sína ætt:
Eg var næstyngstur av brøðru-num, vit vóru 9 dreingir og tríggjar systrar.
Systkini vóru Daniel Pauli (Palli) f. 1903, Christianna Elisabeth (Betta) f. 1905, Niels Holm f. 1907, Martin f. 1908, Richard f. 1913, Johannes f. 1915, Maja f. 1916, Óli f. 1917, Napoleon f. 1919, Frits f. 1920 og Dusina (Dus) f. 1923.
Systkini eru øll deyð.
Mamma mín, Rachel Mortensen, f. Jacobsen, var dóttir Niels Jacobsen úr Leynum. Mamma var sostatt langabbadóttir kenda prestin Niels Lassen Holm og Maren Høye frá Skyum í Danmark.
Pápi mín var Mortan Johan Mortensen, sonur Dánial Paula Mortensen (Gamli Palli á Argjum), sum var abbasonur Andrass Mort­ansson og Elspu Dánjalsdóttur, tey sum bygdu Argir.
Eg minnist sum smádrongur, at vit høvdu handil og telefonstøð. Eisini seldu vit breyð, sum var bakað heima, og vit seldu eisini brússukur, sum var gjørt heima. Egg og mjólk var eisini selt.
Í kjallaranum vóru tvær mjólki­kýr. Tær skuldu fáa hoyggj, kraft­fóð­ur, vatn og har skuldi eisini sóp­ast.
Eg kom at hugsa um, at orðtøk Sála­mons, Kap. 31-10, passa so ógvu­liga væl til mammu mína:
Ein dugandi kona, hvør finnur hana? Hon hevur hægri virði enn perlur. Hjarta mans hennara lítur á hana. Hon ger honum gott og einki ilt allar ævi­dagar sínar. Kap 31-13 Hon syrgir fyri ull og líni, og hugaliga arbeiða hennara hendur. Kap. 31-14 Hon er eins og keyp­mansins farmaskip, heintar føðsluna langvegis frá. Hon fer upp fyri dag, matskaffar húsfólki sínum, og gevur arbeiðskonum sín­um setning teirra.
Eg nevndi frammanundan, at vit høvdu telefonstøð. Tá var ongin onnur telefon á Argjum, og sum børn máttu vit fara runt um bygdina við telefonboðum. Manglaði eitt og annað í handlinum, so varð man sendur inn til Havnar at keypa. Tá varð vanliga sagt: "Tú mást renna báðar vegir". Gjarna var farið eftir fossinum í Sandagerði fyri at vera skjótur aftur.
Vit argjadreingir plagdu at arbeiða í fiski hjá Hjalmar Krage­sten. Hann plagdi at koyra eina hurð upp í erva á turkihúsinum á Rundingi, tá hann vildi hava okk­um heim at breiða fiskin út á fiska­stykkinum til turkingar.

Kirkjugongd
Í Argja bygdarsøgu hevur Havn­ar kirkja - til fyri árum síðani - ver­ið gudshúsið hjá so at kalla all­ari bygdini. Tá tað ringdi á Bryggju­bakka, og klokkan sendi síni kallandi ljóð um býar- og bygdarlagið, kveiktu málmklangurin somu kensl­­ur­­nar í fólki her sum heim­an fyri Sandá. Og tey áttu ta ásann­an í barm­in­­um, at hetta var eisini teirra kirkja.
Um kirkjudyrnar í Havnar kirkju vórðu pinkubørnini hiðani úr bygd­ini borin til dópin. Um hesar dyr leidd­ust tey ungu at geva hvør øðrum hond­ina um trúskap - bæði fyri Guði og monnum. Um hesar dyr leit­aðu tey at fáa sær andaliga barlast fram ígjøgnum lívið. Og um hesar somu dyr vóru mong hiðani av Argj­um borin fyri seinastu ferð til hvíldar í móðurjørð.
Tann drúgva kirkjugøtan, ill-veður, brek og ellisvomm bóru mangan við sær, at lestur varð lisin heima. Tað mundi annars vera fastur siður í flestu heimum sunnudagarnar at lesa lestur fyri teimum, ið heima sótu í kirkjutíðini. Viðhvørt savnaðust tey í ymiskum heimum til lestur.
Soleiðis nevnir skyldmaðurin J.A. Arge í greinini - Erindringer fra et langt Liv - ein góðan sið hjá faðir sínum Niels L. Arge:
"Min Fader optog og fulgte en efter min Mening meget god Skik, idet han fra det første af, jeg kan huske, til sin høje Alder hver Nytaarsmorgen Kl. 7 samlede alle Arges og Argebues Beboere i sit Hjem til Bøn og Lester."
Hetta er hitt fyrsta, vit hoyra um, at bygdarfólkið savnast í einstøkum heimi at vera saman um Guðs orð. Áðrenn samkomuhús vórðu bygd her á staðnum, vita vit eisini um onnur hjún, sum lótu teirra heim vera karm um kristin fundarhald.”

Við Ananu
Sverri fór 14 ára gamal í 1936 sum messudrongur við Ananu til Grøn­lands. Anana var móðurskip hjá 28 bátum, ið róðu út frá skipinum og avreiddu til tað. Hetta er størsta fiskivinnuátak í Føroya søgu við 160 monnum.
Tá ið teir koma heim aftur verður Anana seld av landinum. Tá fór Sverri út í heim at sigla við Ananu. Hann kom millum annað til India og til Ruslands í ringastu Stalin-tíðini.
Tað var bert ein tilvild, at Sverri ikki var burtur í heimi, tá ið heims­bardagin brast á. Hann fór seinni við einum svenskum skipi, Formosa, sum sigldi millum Japan og Kina. Hetta dámdi pápanum einki, sum heimsstøðan var. Í 1938 var Sverri á ferð avstað aftur eftir at hava verið heima í feriu. Tá lovaði pápin at skaffa Sverra lærupláss, um hann settist aftur. Tað gjørdi hann so. Hetta mundi eisini vera betri part­urin við tí ragnaroki, sum brast á stutt eftir úti í heimi.
Sverri kom fyrst at arbeiða hjá Askham og síðan hjá Vilhelm Nielsen, har hann var restina av arbeiðs­lívi, væl lýddur av øllum.

Pápin fórst við »Nýggjaberg«
Tann størsta einstaka vanlukkan, ið hendi føroyingum undir krígnum var, tá ið trolarin ”Nýggjaberg” úr Miðvági hvarv við 21 monnum. Skip­ari var Mortan, pápi Sverra. Tann 12. februar 1942 fór Mortan avstað við ”Nýggjaberg” yvir Suður­landið á isfiskaveiðu, og teir ætlaðu so at landa í Aberdeen. Tað viðraði ikki so væl, og tann 3. mars løgdu teir seg at kroka undir Vestmannaoyggjum. Har lá eisini havnartrolarin Stella Argus. Á morgni tann 6. mars preiaði Mortan teir á Stella Argus og segði, at hann roknaði seg at hava 1200 kitt í lastini, hetta var gott, og at teir høvdu kol at fiska í tveir ella tríggjar dagar afturat, og síðan skuldi farast til markna. Síðani frættist einki aftur frá ”Nýggjaberg”. Tað vóru ymsar gitingar um, hvat ið kundi hava verið hent, men kanningar hjá Niels Juel Arge seinni hava víst, at trolarin varð torpederaður.
Hetta var ein ræðulig vanlukka, ikki minst fyri Miðvág. Tað vóru ikki færri enn 16 miðvingar við. Bert í Miðvági sótu 8 einkjur við 32 børnum, í Vestmanna ein við seks børnum, í Vági ein við sjey børnum og í Havn ein við fýra børnum.
Í Dimmalætting stóð fyrst í 1943 henda yrking, sum tað kann vera hóskandi at endurgeva her á síðuni.

Ein syrgiligur 20 ára føðingardagur
Yrkjarin var Jesar Hansen. Hann var ein fiskimaður í Sandavági, sum serliga er kendur fyri at hava tikið nógvar myndir av lívinum umborð á skipum.
Sverri var eisini í 1941 ein túr við ”Nýggjaberg” niður við fiski saman við pápa sínum. Hann minnist, at teir skuldu altíð vera í klæðum fyri at vera fyrireikaðir uppá, at alt kundi henda. Ein av uppgávunum var at halda útkikk eftir minum, sum kundu vera sera vandamiklar.
Tað var júst í hesum døgum fyri 70 árum síðani, at bíðað varð eftir ”Nýggjaberg”. Tað frættist einki frá ”Nýggjaberg”, tá ið tað var væntað, at teir komu til Bretlands at landa. Tíðin gekk, og sum tað leið fram kom størri og størri órógv á fólk.
Vóna varð, at onkur nátúrlig orsøk var fyri seinkanini, men vón­irnar gjørdust meira og meira veru­leikafjarar. At enda mátti bert staðfestast, at eingin pápi kom aftur. Tað vóru júst í hesi støðu, at Sverri helt 20 ára føðingardag. Tað hevur ikki verið hugaligt. Árið frammanundan hevði Sverri eisini mist mammuna.

Beiggin druknaði
Í 1944 hendi aftur ein serliga syrgilig vanlukka í ættini. Beiggi Sverra, Napoleon, var farin til Danmarkar undan krígnum og slapp ikki heim aftur, tá ið Danmark og Føroyar vórðu hersettar.
Poli, sum hann varð kallaður, var farin at lesa til diakon, og hann var komin at kenna eina unga gentu, sum hann skuldi trúlovast við á hvítusunnu 1944 heima hjá henni í Suðurjútlandi.
Í hesum sambandi var hann farin ein svimjitúr á Augustenborg fjørðinum. Men so illa vildi til, at Napoleon druknaði.
Hetta var sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur. Tað finnast fleiri minn­ingar­orð um Napoleon, og sum skilst var hann ein sjáldsama dám­ligur unglingi.
Gentan hjá Napoleon, Ingeborg, giftist seinni við beiggja Pola, Frits.

Virkin á mongum økjum
Sverri giftist við Thominu f. Sim­onsen, f. 1919 ættað úr Vestmanna. Hon doyði í 1993. Tey fingu børnini Maritu og Tummas Johan, sum doyði í 2005. Umframt eru abba- og langabbabørn.
Sverri hevur verið og er enn ótrúliga virkin á so mongum ymiskum økjum. Taka vit fyrst tað andaliga, sum eisini liggur fremst hjá honum, so sang hann í mong ár við “Teimum fýra”, sum gleddu mong fólk. Nú eru bert Sverri og Tummas eftir á lívi, og nú syngur hann í meinigheitskóri.
Eisini er hann kendur fyri sína veteranmotorsúklu, sum hann fekk sær við krígslok. Hann gavst tó við at koyra við henni fyri nøkrum árum síðani, men enn koyrir hann bil.
Og so hevur hann enntá gjørt motorar. Hetta gjørdi hann í 1948 saman við norðmanninum Sverra Jørgensen, ið var á Frelsunar­her­inum. Teir fingu tveir bilmotorar frá Júst Sivertsen. Teir kvettu motorarnar sundur og fingu tveir motorar burtur úr hvørjum.
Í 1950 gjørdi hann ein einsylindr­aðan motor burtur úr einum Ford-T motori, sum hann hevði í báti sínum í gott 20 ár.
Eftir kríggið gjørdi Sverri sær eisini elverk í kjallaranum.
Men tað besta við Sverra er kor­tini hvussu positivur hann er. Hann er altíð við tó góða orðinum, ein væl­signaður eginleiki. Trúfastur er hann sum trøllið. Tað eru vit mong sum kunnu sanna.
Góði Sverri. Hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum, og takk fyri tín vinskap.
Tað er eitt ríkidømi í at kenna teg.
-------


Komandi partur
Í komandi parti verður røðin um Hensiu Jacobsen og syðrugøtusøgu tikin upp aftur við nøkrum pørtum.