Eitt trúliga tolerant samfelag hevði góðtikið kristnar skúlar

Vit lósu í bíbliuni og lærdu sálmar uttanat. Blivu vit “indoktrinerað”? Endaðu vit sum nøkur frelst neythøvd? Helviti nei.

Agga Niclasen
meining@meyl.fo

Við eini ráðstevnu fyri og út­varpssending eftir um Gud, og hvørt hann er til ella ikki, manglaði bara, at eitt felag fyri gudloysingar kom undan vatnskorpuni.
Hugtakið “brúkiligir idiot­ar”, aloftast kannað Lenin­sa lýsing av sovjett­isk­um sympatisørum í marknaðar­grundaða demokratinum vest­anfyri, hevur sjáldan verið meiri hóskandi enn tá ið tað kemur til felagið Gudloysi. At síggja til er felagsskapurin, og tess giguti limir, ein hugmynda-lite senditík hjá vinstravendu bíbliu-bukandi elituni við síni heilt serstøku úrvalsfatan av trúar- og talifrælsi.
Henda pedantiska trá­setan av Várharra, og hvørt hesin er til, og onnur teenage-problem, er nettupp tað, eksistensialisma fyri teenagearir! Og við Gudloysi hava hasi, ið halda, at frælsi er tilskilað tey politiskt kor­rektu, fingið sítt privata gongu­herlið.
Tey eru so ússalig, at teirra apsalutta ræðumynd er sameiningin av skúla og trúgv. So, kann eitt prát um Gud avskepla ein barnaheila? Ja, siga føroyskir ateistar við sínum óliberalu, reittu og fordómafullu meiningum. Sum treytaleysir Dawkins-dissiplar hava tey dubbað seg í krígnum ímóti kristni í fólkaskúlanum, tó serliga kristnum frískúlum, har “in­dok­trineringin” opinberiliga er uppaftur ógvusligari. Tey lýsa hesar framúr skúlar sum eru teir ein framkomin útgáva av eini kristnari krossferð, hvørs missjón er at umvenda føroysk børn.
Hetta kann ikki kløkka nakran, tí vinstravendir ateistar tíma ikki meining og moralitet, frían vilja og mannalagnu. Eiðasørt blanda teir saman ateismu og sekular­ismu, og leggja líka í, um moralska poengið við menn­iskjanum kemur innanífrá ella uttanífrá: um meiningin við lívinum er menniskjað sjálvt, ella um menniskjað bert gevur meining umvegis eina útvortis veru, Gud?
Teir tykjast at hata Gud og hansara harmleysu fylgdar­menn meiri enn teir elska seg og mannaættina. Ein kulturell vitanarelita, sum nokkso óvit­andi heldur, at religiøsir skúlar eru massaprodusentar av heilarænandi børnum, ið fara at hata rumparar og kvala stakar mammur, sum út í eitt bera fram sítt grenj um hvussu nógvar pengar tær kunnu fáa í Danmark. (Tað er bara tað, góðu mammur, vit — produktini av “høgravendum” kristniskúlum — fingu aldri boð um slíkt, bara nasadirvið at siga... : “Men farið so til helvitis til Danmarkar við tykkum!”)
Óenergiskt greiðir ein viðmerkjari inni á gudloysi.fo frá: “... um vit endiliga eru tvingaði at góðtaka religiøsa indoktrinering í almenna fólkaskúlanum, so skal hon haldast langt vekk frá tí hon onki hevur við at gera, nevniliga vísind.”
Hetta ómentaða geylið hjá tagnaðartyrannisku elit­uni um “heilavasking” og “vís­indi sigur, ... so halt kjaft!”, er bara tað mest ódemokratiska niður­lagið. Ikki tí, tað er væl neyvan so ørt at duga sína bíbliu. Bert við einum veruligum forstáilsi av søguni um Káin og Ábel hevur tú undandragið, fert tú í holt við at tulka eitt sevjuríkt systkinadrama á akademiskum stigi.
Tað krevur ikki merkis­verd­an intellektualitet at vita, at “vísindi” ikki er nakar substituttur fyri moralska sannføring. Og tí, hugsi eg, blíva militantu ateistarnir við: “Vit máa (sic) ikki loyva fleiri av hesum religiøsu frí­skúlunum, og í tann mun vit longu hava teir, máa vit arbeiða fram ímóti at fáa teir avskaffaðar.”
Á dett tolsemi! Og hetta frá teimum, ið annars ótolandi útmerka seg í at fortelja øll­um Dawkinsa skapningum, hvussu ótolerant “tey kristnu” eru. Upplagdi spurningurin er tí, hvør er minst tolerantur, tey kristnu ella ateistisku McCarthyittarnir?
Tað er vert at hava í mentu, at í skúlum, har lærarir læra næmingar um nakað so “indoktrinerandi” sum næstra­kærleika, synd og náði, svarar hetta til knappar 20 minuttir dagliga—væl minni tíð, forrestin, enn lítli Rógvi brúkar uppá at láta sum um, at hann massadrepur fólk í videospølum, ella fitta Tina brúkar uppá at blíva præ­dikað til av, ja, tað veri seg KRIS, SSP-ráðgevingini ella, og mest ræðandi, Boga Hansen og hansara populistisku van­lukkuprofetum.
Og hóast hvørgan passar, tá er tað væl frægari at hoyra um eina altelskandi veru, vit kunnu kalla hana “Gud”, enn um eina mannahatska um­hvørvisverndartrúgv, ið fortelur okkum, hvussu mo­­dern­aðir vesturbúgvar verða grillaðir av tí at vit, síð­ani ídnaðar­kollvelt­ingina, enn hava eitt ómoralskt og ófyri­gevandi forbrúks­mynst­ur.
Eisini er vert at hava í huga, at grundin til, at vit læra kristni í Føroyum, har allar religiónir, sambært trúar­frælsi, eru loyvdar, men av røttum ikki javnmettar, er tí at flestøll okkara, so ella so, eru kristin. (Hetta er faktiskt, sjálvt um Jenis meinar tað sama, eitt gott argument!)
Eg teljist millum hasi, ið halda, at reformerað kristni og demokrati umskarast og, í ein ávísan mun, treyta hvørt­annað. Kristni hevur verið fyri eini trúbót við tí úrsliti, at andstrúgv trumfar bókstava­trúgv, og landsins grundliggjandi lógir tær hjá meinigheitini. Kristindómur er festur í Upplýsingartíðini. Islam, hinvegin, er ein yvir­gangstrúgv, privat sum alment. Og tí er eitt óreformerað islam ósambærligt við fólkaræði. Tað er væl heldur ongin tilvild, at hin fúli bróðurparturin av demokratiskum samfeløgum nettupp eru kristin. Ikki mus­limsk. Ikki buddistisk. Kristin. Og tey londini í Afrika, sum klára seg so nógv best, tað vil siga, hava størstan búskaparvøkstur, og tí størst frælsi og eydnu, eru rímiliga demo­kratisk og ríviliga kristin.
Sjálvt tann mest gløðandi nunnan ella heimamissjónski lærarin hevði havt ilt við at indoktrinera børn í einum so tíðaravmarkaðum forum. Kortini er “indoktrinering” mest brúkta orðið millum gud­loysingar. Teir halda, at hesir skúlar eru ætlaðir at umvenda, ikki undirvísa.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá bíbliu­buk­andi elituni, nær ein lærari fer um mark. Hvat um ein lærari sigur við ein skúlanæming “Gud elskar teg”. Roynd at um­venda?
Mín boðskapur er einfaldur: slappið av! Sekularistiski panikkurin avdúkar, hvat egin­liga býr aftanfyri teirra van­virðing av “kristni í skúlanum”. Ein manglandi trúgv uppá hvat tey sjálvi halda og handla um, at byrja við. Og so ein manglandi trúgv uppá teirra egnu evni at fáa næsta ættarlið at koma í part við seg.
Álvaratos, at børn lættliga kunnu indoktrinerast, er at halda hánt um teirra treysti, hvat aðramáta er ein afturvendandi óvani í hesum erkvisnu følilsisdøgum. Enntá áðrenn tey gerast intellektuelt búgvin, hava børn ein innara fjanda, ið fortelur teimum ikki at trúgva uppá hvat sum helst.
Eg gekk hjá nonnunum. Vit lósu í bíbliuni, lærdu sálm­ar uttanat og samlaðu inn til óhvítar nýføðingar. Vit høvdu enntá eitt kapell. (Eg sigi kapell. Tað var meiri eitt glorifiserað skúr.)
Men blivu vit “indoktriner­að? Endaðu vit sum nøkur frelst neythøvd? Helviti nei. Innbundnu bøkurnar vóru á tremur við Jesus úr Nasaret karikeraður í einum kittili við einum nóg so stórum skapningi. Og omanfyri Paulus og Jákup vóru orðaboblur, ið søgdu “vit eru bøssar”.
Ungfólk menna ein iv­andi eginleika. So tá ið ein teenageari fær at vita, at alt frá kropsligum njótilsi til rættin at eiga ein Ferrari, er slíkt, tú endar í helviti fyri, dagar hann instinktivt eina mót­søgn millum hvat hann hevur hug til, og hvat verður væntað av honum.
Hetta førir oftani til, ikki indoktrinering, men ein óstýri­ligan hug “at spenna móti broddinum”. Tað er altso ein myta, at trúarskúlar eru fabrikkir, ið framleiða guds­óttandi deiggjheilar.
Um nakað, tá hava produkt­ini av trúarskúlum eina væl meiri samansetta skepsis enn “normal fólk”. Helst er tað so, eftir at í eitt árarað hava svølgt og vrakað “Hann”, at trúarskúling styrkir okkara bullshit-immunskipan. Eitt ótal av kristniskúlaðum fólki, eg veit um, eru í dag fráfallin kristin, men av tí liberala slag­num.
Samtíðis er tað alt van­ligari, at tað eru teir moralsku relativistarnir við sínum ultra­reyða økotripparíi og agnostiska stakittsitaríi—svakir eftir at gera sína meining til almannameining—ið seinni í lívinum nærum fepurmerkt klemma New Ageismu, undir­halds-buddismu og eina flagellantiska umhvørvismi, ið boðar: “Verðin endar, og vit verða øll mett eftir okkara C02-forbrúki”. Suckers.
Vitonnur hava hoyrt alt hatta har fyrr, dóma­dags­præ­dikur við meira; eisini hatta har við at “finna” Gud og missa hann aftur áðrenn vit høvdu drukkið okkara fyrstu øl.
Eitt frælst samfelag, eitt sam­felag við einum farra av sjálvsáliti, sum trúði uppá egnar rationalistiskar setn­ingar, hevði ikki havt nakað problem, yvirhøvur, við krist­num frískúlum. Tað hevði vitað, at har var eitt betri, meiri mannasentrerandi og liberalt alternativ har úti, ið til sjúund og síðst fer at fanga uppmerksemið hjá hesum “móttakiligu” børnum.
Tó, í dag, í hesari niður­vend­ari og misantropisku tíð, har tað er ein størri kjansur fyri at blíva kallaður ein “dálkari” og eitt “problem” heldur enn ein skilavera før fyri markleysum djúphugsni, stika humanistar á beininum. Tí halda teir tað vera nemmari at skjóta eftir teim kristnu, at spilla út og plága kristnar frískúlar, enn tað er at fáa sítt egna hús í lag.
Men at revsa tey religi­øru fyri at tosa og gera sam­svarandi við sína trúgv, er ekstremt ótolerant. Atferð, vit vanliga seta í samband við totaliter diktatur.
Og, um kristni, hví tá ikki eisini harta ideologiir og kommersialisering? “Ágang­andi” boðskapur er allastaðni, líka frá drekkivørum og klæð­um til heilsufanatismu og umhvørvisverndartrúgv. Hví er tað, at tað bert eru tey kristnu, altíð tey kristnu, ið skulu halda sín boðskap fyri seg sjálvan?
Innast inni, tá ið óupplýstir ateistar heita á hatta ráðaríka statsapparatið at “avskaffa religiøsar frískúlar”, viðganga teir tap í hugsjónardystinum. Ístaðin fyri at skaffa sær ein rygg og ósmæðið leggja fram sínar sekularistisku áskoð­anir, spela hasir forkelaðu gud­loysingarnir til tað almenna stýrisvaldið at biðja og bøna tað um at sláa religiøsu alfons­arnar á knúgvarnar.
Tað er ósømiligt fyri upp­lýsingarstevnuna at liggja inni við slíkum representantum, ið uppføra seg sum nakrar yvirvaksnar kaffikellingar.