Illa umhugsað loysn at skatta eftirlønina

Seinastu árini hava almennar rødd­ir í Lands­stýri og Løg­tingi roynt at eggja fólki at gjalda sum mest til teirra egnu eft­ir­løn at tryggja góð og trygg eftirlønarár.

Jens Pali í Dali

Nú nýggj samgonga er skip­að er vent í holuni, nú royna teir at taka hugin frá fólki við at skatta inngjaldið við 40 prosentum. Við hesum taka teir rættin frá hesum fólkum, at løn verður skattað, tá útgoldið verður.
Tá hesi koma í eftirlønarár (ellisár) kunnu hesi fólk ikki kenna seg sum ein nyttugur part­ur av sam­felagnum, tí tey gjalda ikki skatt sum onn­ur, eru bara ein byrða fyri sam­fel­ag­ið (tað almenna og skyldfólk).
At skatta eftirlønargjøld við inn­gjaldi vil í longdini geva inn­gjal­d­ara, lands­kassa og kommunum minni í inn­tøku.
Fyri tann eftirlønta hev­ur tað stór­an týdn­ing, at inn­gjald­ið er so stórt sum gjørl­igt tey fyrstu ár­ini, kanska við eyka inn­gjaldi, so eft­ir­lønin verð­ur so stór sum gjør­ligt.
Við nýggja skattinum vilja tey eft­ir­løntu fáa væl minni at liva av, meti u. l. 1000-15000 kr um mán­aðin. Eft­ir­lønin verð­ur ikki ein­a­ns 40% lægri, men 50-60% lægri.
Hugurin hjá fólki at fáa so høga eft­ir­løn sum gjørligt, fer at minka. Talið av eldri veks­ur við ógvuligari ferð, fólk­a­tal­ið er minkandi, talið av løn­tak­ar­um mink­­ar, inn­­tøk­­­ur av hes­­um nýggja skatt­­­i­num munnu ikki fara verða so stórar, sum mett er kanska u. l. 200 mill. kr. Henda pen­ing­a­nøgd fer at gera alt ov lítl­an mun sum árini ganga.
Útreiðsl­ur­nar til eldraøkið fer at hækka nógv komandi árini, so at land og kommunur fara at hava brúkk fyri fleiri inn­tøk­um. Nýggi skatturin fer neyv­an at geva nógv fleiri inn­tøk­ur, kanska minni.
Í dag eru gott og væl 6000 eft­ir­lønt (pen­sjónist­ar), t. v. s. 1 fólk fyri u. l. 4 løn­tak­ar­ar. Um 30-40 ár verður talið av eft­ir­lønt­um kanska 10.000 fólk, og mett verð­­ur tal­ið av løn­tak­arum fer at minka, so tað kanska u. l. 2 løntakarar til hvønn eft­irløntan, so tað al­menna verð­ur iva­leyst nógv tyngri at reka. Um teir sum stýra landi og komm­un­um held­ur einki gera við trup­ul­leik­an við frá­flyt­ing­ini, verður trupulleikin enn størri.
Um vit nú meta at um eini 15-20 ár vóru u. l. 7000 eft­ir­lønt sum fáa u. l. 5000 kr. í skatti eftir fyrrverandi skatta­stig­anum, hevði inn­tøk­an hjá landi og komm­unum erður u. l. 350 mill kr og hetta hevði munað nógv eira í út­reiðslunsíðuni hjá tí al­menna enn tær 200 mill. kr.
Harumframt haldi eg, at teir sum stjórna landinum eiga at arbeiða fram ímóti at ongin fær sína eftirløn bein­leið­is úr landskassanum, hvørki landsstýrismenn, løg­tings­menn ella tænastumenn. Øll skuldu goldið til sína eft­ir­løn; tí henda út­reiðsla er og verð­ur alt ov stór fyri land­s­kass­an. Land­ið kundi gjørt ein sjálv­støð­ug­an eft­ir­løn­ar­grunn, sum dagliga varð rik­i­n av Húsa­láns­grunn­i­num ella Lands­bank­a­num, ella funn­ið eina aðra loysn. Eisini áttu eft­ir­løn­ar­við­ur­skift­ini at ver­ið broytt, vón­andi fáa teir væl fleiri løn­ar­ár enn tey mettu 8-16 ár­ini.
At skatta eft­ir­løn­ar­gjøld­ini er ein ógvuliga ván­a­lig og ógvuliga illa um­hugs­að loysn, bæði fyri løn­tak­ar­an, lands­kassan og kommunurnar. Her er hugs­að alt ov lít­ið um fylgj­ur­nar, hetta hev­ur fyri mesta partin av skatt­gjald­ar­unum.