Nakrir spurnignar afturat til Havstovuna

– Í sambandi við samrøðuna við Jan Arge fisk­i­frøð­ing um mak­r­el 9. februar

Meinhard Jacobsen
MSc í Fiskivinnutøkni

Eins og nevnt til fyrstu spurn­in­g­arnar so snúði samrøðan seg um hvørja ávirkan, ið makr­elur hevur ella kann hava á botnfiskastovnarnar und­ir Før­oy­um. Samrøðan tek­ur støði í einari verkætlan ið nevn­ist ”Makrelur á Land­grunn­i­num.
Hetta sera áhugaverda evni er eitt álvars mál.
Reiðarafelagið hevur í ein­um roknistykki víst á at makrelurin etur minst 650.000 tons av føði (um­rokn­að til gagnfisk) í føroyskum sjógvi (útgangsstøði: veiðan 640 tons svarandi til 20% av stovn­i­num fyri mánaðirnar juni, juli august). Um øll føðin var æti vildi makrelurin eti um 1,5 til 1,8 milliónir tons.
Verður støði tikið í fyrra tali­num 650.000 tons, so nýt­ist yngul parturin bert at verða ein brøkpart % ,av føð­ini hjá makreli, fyri at ein stór­ur partur av ynglinum frá eitt nú toski og hýsu er etin..
Nevnast skal, at Jan framm­an­undan at verk­ætl­an­in ”M­akrelur á Land­grunn­i­num” fór í gongd, róði fram­und­ir, at makrelur ikki hót­t­ir tosk, upsa ella nebba­sild . Hetta sæst í blaðnum ”Mið og Magn, nr. 7 frá 2010” hjá Føroya Skipara- og Nav­i­ga­tør­felag.
Ført verður fram í sam­røð­uni, at tað er einki ið týður upp­á, at makrelur hevur nakra beinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa undir Før­oyum. Ført verður eisini fram, at føðin fyri tað mesta er æti.
Um ein slík niðurstøða skal gerast í samband við bio­log­isk­ar kanningar í náttúr­uni, er neyðugt við sera nógv­um og umboðandi prøv­um. Náttúran er sera fjøl­broytt og tí eru frávikini stór. Prøvarnir mugu verða tikn­ir soleiðis, at teir dekka alt Føroya øki, bæði til stað og dýpi, til allar tíðir av ári­num, tá ið makrelurin er und­ir Før­oy­um. Eisini er sera um­r­áðandi, at fáa fatur á makrelinum, áðr­enn sodningin ger av við ver­ur­nar, ið makrelurin hev­ur í mag­a­num. Helst má makrelurin til prøv­ar­nar fisk­ast við dorg ella snellu, fyri síðan at frystast ella kann­ast beinanvegin. Makrelur er ein fiskur ið hevur eitt sodn­ing­ar­lag, ið sera skjótt upploysur føð­ina; annars hevði hann ikki kunna tikið so nóg uppá í vekt, sum hann ger uppá so stutta tíð.
At siga, at makrelurin onga bein­leiðis ávirkan hev­ur á tosk, hýsu og upsa er ein sera sterk niðurstøða. Ein nið­ur­støða ið sigur at eitt fyri­brigdi onga ávirkan hevur er “abso­lut” og er sostatt ein nógv sterk­ari niðurstøða, enn ein nið­ur­støða, ið sigur at eitt fyri­brigdi hevur ávirkan.
Fyri undirritaða er eingin mun­ur á um makrelurin hev­ur bein­lei­ð­is á­virk­an ella ó­bein­leið­is á­virk­an. Tað á­huga­verda er at fáa vitan vit­an um hvussu stór saml­aða ávirkanin er á vist­skip­an­ina sum heild, herundir eisini ávirkanin á tosk, hýsu og upsa.
Jan heldur tó ein ventil opn­an, tá ið hann sigur, at einki yngul av botnfiski er funn­ið “enn”.
At funnin verða yngul av botn­fiski metur undirritaði bert er ein spurningur um tíð.
At føðin hjá makreli undir Før­oy­um fyri tað mesta er æti, er ikki nakað nýtt, men held­ur ein sjálvfylgja vegna tað nøgd ið makrelurin etur. Um leita verður á alnótini t.d. á Google eftir “raud åte”, so sæst, at reyð æti er nógv størsta føðikelda í norð­ur­at­lands­havi umleið 100 – 150 milli­ónir tons. Æti hevur skel og tí tekur sodningin langa tíð og av hesi orsøk, er æti nemt og ofta at finna í mag­a­kanningum. Hinvegin verður rokna við, at tað tekur sera lítla tíð at sodna eitt rogn ella eina blommularvu.
Við tøknini, ið er tøk í dag, so nýtist einum ikki at verða ser­frøð­ingur fyri at kunna seg um ymisk viðurskifti. Á al­nótini finnast upplýsingar um nærum alt. Verður farið at leita eftir upplýsingum um føðina hjá makreli so kann googlast t.d. “hvad spis­er makrel” ella “what is feed­ing the mackerel” ella okkurt líknandi.
Onnur dømi um føðina hjá makreli eru at finna í fylgj­andi greinum .
“ Mehl, S. and Westgård, T. 1983. The diet an consumption of mackerel in the North Sea (a preliminary report). ICES CM/H:34. ”
Hetta er stórsta maga­kann­ing­ar verkætlan í Nord­sjón­um. Ì shesari kanning etur makrelur nógvan yng­ul og smáfisk av øllum møg­u­lig­um slagi.
” D.P. Swain and A.F. Sin­clair 2000. Pelagic fishes and the cod recruitment dilemma in the Northwest Atlantic.”
Hetta er kelda ið Petur Stein­grund doktari vísur til í ­samband við at makrelur á­virk­ar tosk í Canada.
Íslendingar gjørdu í 2010 eina 25 daga kanningarferð við hav­rann­sókn­ar­skip­i­num ”Árna Frid­rik­k­sson. Endamálið við kann­ing­ar­ferð­i­ni var, at meta um hvussu víða makrelurin stend­ur í íslendskum sjógvi, hvussu hann ferðast og hvørja føði hann tekur.
Tann 22-07-2010 var grein frá túrinum í Morgunblaðinum. Yvi­r­skrift­in var henda “Makríllinn eins og ryk­suga og tekur allt sem hann nær í” á før­oysk­um “Makrelur er eins og dust­súgvari og etur alt ið hann fær fætur í”. Í greinini greið­ur fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson frá, at mesta føðin er reyðæti og ljósæti og at makrelur eisini tek­ur onnur djór sum hann fær fatur í, so sum lítlan høggu­slokk, lodnu og alt møguligt fisk­a­yngul.
Óansað hvat lisið verður, so sæst at føðin hjá er sera víttfevnandi, mest æti, og at makr­elur kann sigast, at eta nær­um alt ið at kjafti rekur, eisini nógvan smáfisk. Skal venda aftur um hetta seinri í vikuni
So fyri at kunna gera eina so sterka niðurstøðu sum boða var frá í samrøðuni við Útvarp Føroya má rokn­ast við, at Havstovan hev­ur sera nógvar, góð­ar og altumboðandi kann­ing­ar. Roknast má við, at kann­ing­ar­nar geva grundarlag fyri við nærum 100% at siga sann­leikan.
Tá talan er um so sterka nið­ur­støðu, sum ikki er í sam­svar við fleiri aðrar keld­ur, er áhugavert at fáa lýst fylgjandi spurningar :
Hvussu nógvir prøvar eru kannaðir?
Hvussu nógvar prøvar er ætlanin at kanna?
Er ætlanin at fáa ætlanina og niðurstøðuna við í nakað viðurkent tíðarrit?
Hevur makrelurin nakra óbeinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa?
Hvussu long er sodn­in­g­ar­tíð­in hjá makreli til æti, rogn, blommu­larvu og ungfisk?