verið eyðsæð, at royndir Landsstýrisins longu áðrenn fyrsta samráðingarfund ikki kundu føra á mál. Tí haldi eg ikki tað vera nakað løgið í, at røddir eru frammi um at broyta kósina soleiðis, at vit fáa eina [...] eftir ferð: at fáast skal ein breið undirtøka. Eitt annað mistak, sum er gjørt í hesum 1. upplegginum hjá landsstýrinum, er, at landsstýrið hevur roknað við at fáa hjálp frá donsku stjórnini at taka sjálvstýri [...] sjálvstýri. Er hetta ikki heldur naivt? Tað átti ikki at undra nakran, at danskir politikarar seta seg ímóti at Føroyar loysa frá Danmark. Hvørjar fylgir kann hetta fáa fyri Danmark í altjóða høpi? Verður
samtykt at økja um ansingarplássini næstu árini, soleiðis at bíðilistin er burtur í 2003. Í hesi ætlan hava vit tikið hædd fyri stóru tilflytingini til høvuðsstaðin, sum eftir øllum at døma fer at halda [...] ætlanir um at gera ein stovn til 30 børn. Hetta verður helst veruleiki um stutta tíð. Tilsamans gevur hetta pláss fyri 162 børnum. Í løtuni verður arbeitt fyri at fáa fleiri dagrøktarheim, soleiðis at 80 børn [...] fyri einum livandi vinnulívi. Fyri at tryggja, at endamálið verður nátt, skal kommunan á hvørjum ári í sambandi við fíggjarætlanina endurskoða málsetningin soleiðis, at útbyggingin av ansingarplássum alla
Sostatt er líkt til, at døgurðin stendur á borðinum fyrstu tíðina í øllum førum, men eru tey heima heilt trygg við at lata sonin fara uttanlands at royna seg. - Ja, eg haldi meg kunna siga, at øll heima hjá okkum [...] i,sigur Súni at enda. Vónandi verður tað heldur ikki nakar trupulleiki hjá Súna at finna seg til rættis í nýggja fótbóltsumhvørvinum. Gongst nóg skjótt við hesum, er einki at ivast í, at vit innan stutta [...] , hvussu róligur hann var um alt hetta. Sjálvur heldur hann, at tað síðani venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda. Geir Lange, sum í fleiri ár hevur rætt GÍ eina hjálpandi
m kring landið. Og so væl merkist tað hjá Balslev í Havn, at timburhandilin nú er farin at byggja út og tað í stórum. Balslev er í ferð við at spreingja niðan í bergið vestan fyri timburdeildina, har stórt [...] sama veg, sum tað fer út, og ger hetta, at bingjur og annað stendur í vegin fyri viðskiftafólkunum. Adam Madsen vísir á, at tankin við vørumóttøkuøkinum er, at tilfarið skal koma inn í øðrum endanum av [...] á, skal økið planerast, og so er klárt at taka tað í nýtslu. Arbeiðinum stendur P/F Byggitek fyri. Frá Balslev siga tey, at tá økið er liðugt, er møguleiki fyri at víðka um timburhøllina, somuleiðis sum
trý ár, er ætlanin at byggja ein skála og fleiri serstovur oman fyri skúlan. Hallbjørg Hansen sigur, at tað í býráðnum leingi hevur verið tosað um at fáa dagført skúlan soleiðis, at hann nøktar øll tey [...] eina ætlan um at byggja út skúlan í bygdini í seks stigum fyri ein samlaðan kostnað á 50, 5 milliónir krónur. Byggiætlanin er í seks stigum, og er tann fyrsta mett at taka umleið 3 ár og at kosta um 8,5 [...] m, fyri at hesin skuldi lúka ásettu brunakrøvini. Men nú skal Fuglafjarðar skúli umvælast, samstundis sum bygt verður afturat. Hallbjørg Hansen greiðir frá, at kommunan í fyrstu atløgu fer at skifta vindeyguni
men ætlar at vitja bókasøvn og bókhandlar. Hon heldur tó, at rættast hevði verið at byrja við tveimum nýggjum føroyskum bókum. Norðurlandahúsið stendur fyri vitjanini og er eisini til reiðar at hjálpa til [...] bøkur, ið eru týddar til enskt. Endamálið við at bjóða enska útgevaranum til Føroya, er at vekja áhuga hennara fyri føroyskum bókmentum, so møguleiki verður fyri at fáa hesar út á enkum máli. Pamela C. Ross [...] leggur tó dent á, at henda bók jú upprunaliga er skrivað á donskum. Hon sigur eisini, at hóast William Heinesen er á enskum, so er hann ikki kendir millum manna. Hon heldur vera hugtakandi, at síðani umleið
soleiðis, at flutningsskipið, sum kemur við fóðrinum, leggur beinleiðis at bryggjuni, sum gjørd er á flakanum. Hesin nýggi flakin fer at loysa nakrar av gomlu plastikringunum av. Tað fer at verða rættiliga [...] trupulleiki, teir høvdu í Nólsoyarfirði, var, at tað var eitt sindur torført at fáa nótirnar í teimum smáu ringunum at standa ordiliga í stryeminum. Hetta vænta teir fer at vera munandi betur nú, sigur hann. Samlaða [...] væl sterkari fyri at klára umstøðurnar í Nólsoyarfirði. Hesin flakin hjá Gulanum er ein eind við fýra búrum og fóðurgoymslu, sigur Bogi Jacobsen. Hann er gjørdur soleiðis, at til ber at byggja aftrat, tvey
Oynni, tí umstøðurnar eru góðar har, av tí at har er bratt, og nógvur kavi, tá tað nú einaferð er kavi, væl at merkja. - Tað er ein avmarking í sjálvum sær, at ein ikki fær staðið oftari, men tað má ein [...] niðan á Sonnfelli hendan dagin, tí at ov nógvur kavi var á vegnum. Eru sjálvlærdir Av tí at snowboarding er so óvanligt í Føroyum, er tað ikki lætt at fáa hjálp ella ráðføra seg við nakran. Tískil eru teir [...] teirra sigur seg hava nýtt góðar 6000 kr., men legði dent á, at einum nýtist ikki at keypa alt tað, hann hevur keypt. Teir vístu eisini á, at ein væl kann klára seg við einum snowboardi og vanligum kavaklæðum
innibar, at bankin - av vælvild - rindar stjórnini 300 milliónir. Hetta er langt frá teimum 1,5 mia., sum stevnt var eftir, og Kirsten Jacobsen sigur, at tað er tí, at stjórnin var bangin fyri at tapa sakina [...] nevniliga fíggjarpolitiski framsøgumaðurin hjá Eindarlistanum, Fran Aaen, sum sigur, at teirra flokkur ikki ætlar sær at góðtaka, at málið um Føroya Banka verður loyst á ein hátt, so eingin í veruleikanum veit [...] um Tey bæði Kirsten Jacobsen og Frank Aaen eru samd um, at Føroya Banka-málið ikki bara skal sleppa at hvørva, og tey hava serliga góðan hug at finna fram til hvønn leiklut danska Fíggjareftirlitið spældi
vita, hvørjar teirra teir kundu hugsað sær at havt á sínum festivalum Mett verður, at ymsu festivalarnir leggja dent á so ymiskt innan tónleikin, at tað eigur at standa frítt, hvørjar av finalistunum teir [...] húsinum og Prix Føroyar fyrireikari, dugir longu at siga, hvat komandi prix finalistar kunnu vænta sær. Tað er longu greitt at føroyskir bólkar koma at luttaka á donskum festivalum. Talan er um Nibefestivalin [...] ymsu festivalarnir hava áhuga í at fáa á vitjan. Eisini verður føroyskt tiltak í Grønlandi, har onkur av prix finalistunum 2001 fáa møguleika at luttaka. Lagt gott orð inn At tað ber til hjá fyrireikarunum