Vinnulívið, land og kommunur byggja út í stórum. Hetta merkist væl hjá timburhandlunum kring landið. Og so væl merkist tað hjá Balslev í Havn, at timburhandilin nú er farin at byggja út og tað í stórum.
Balslev er í ferð við at spreingja niðan í bergið vestan fyri timburdeildina, har stórt øki skal planerast. Økið kal nýtast til vørumóttøku, og í um eitt ella tvey ár, skal ein stór vørumóttøkuhøll byggjast á økinum.
Greiða fløkjuna
Adam Madsen frá Balslev sigur, at tað fer at lætta munandi um arbeiðið, tá stóra økið til vørumóttøku verður liðugt.
? Støðan í dag er tann reini ruðuleiki, hvørja ferð vit fáa tilfar. Tí tilfarið kemur nevniliga inn sama veg, sum tað fer út, og ger hetta, at bingjur og annað stendur í vegin fyri viðskiftafólkunum.
Adam Madsen vísir á, at tankin við vørumóttøkuøkinum er, at tilfarið skal koma inn í øðrum endanum av húsinnum og verða selt út aftur gjøgnum hin endan. Hetta skapar greiðari yvirlit yvir arbeiði, somuleiðis sum arbeiðið eisini fer at ganga betur.
Liðugt í summar
Vørumóttøkuøkið hjá Balslev skal vera liðugt í summar. Spreingjast skulu um 1.000 kubikkmetar av góti úr berginum um dagin. Tá komið er niður á sama støði, sum timburdeildin í dag er á, skal økið planerast, og so er klárt at taka tað í nýtslu.
Arbeiðinum stendur P/F Byggitek fyri.
Frá Balslev siga tey, at tá økið er liðugt, er møguleiki fyri at víðka um timburhøllina, somuleiðis sum hetta eisini gevur pláss fyri einari høll til at taka ímóti tilfari í. Høllin verður helst liðug um ár 2002.
Jøvn gongd
Adam Madsen sigur, at tey á Balslev hava merkt eina javna gongd í byggingini av húsum seinastu árini, og sýnist hendan gongdin javnt at halda fram.
Men harafturímóti eru vinnan og tað almenna farin at gera størri útbyggingar, og er tað hetta, ið merkist serliga væl hjá timburhandlunum fyri tíðina.
Tilfarið til virkisbygningar og almennar bygningar er sum oftast nógv størri tilfar, enn til vanliga sethúsabygging, og krevur størri pláss hjá timburhandlunum.
Balslev fer í næstum at gera eina kanning av býtinum millum vanliga sethúsabygging, vinnulívsbygging og almenna bygging.