Norðurlandahúsið hevur boðið Pamelu Clunies Ross til Føroya. Hon hevur bókaforlagið Mare?s Nest, ið hevur givið út fleiri íslendskar bøkur, ið eru týddar til enskt.
Endamálið við at bjóða enska útgevaranum til Føroya, er at vekja áhuga hennara fyri føroyskum bókmentum, so møguleiki verður fyri at fáa hesar út á enkum máli.
Pamela C. Ross sigur seg ikki kenna stórvegis til føroyskar bókmentir, men hon hevur lisið Barbaru. Hon leggur tó dent á, at henda bók jú upprunaliga er skrivað á donskum. Hon sigur eisini, at hóast William Heinesen er á enskum, so er hann ikki kendir millum manna.
Hon heldur vera hugtakandi, at síðani umleið 1980 eru eini 800 bøkur komnar út á føroyskum.
Hon kennir Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen, men leggur tó dent á, at hon er mest áhugað í bókum, ið upprunaliga eru skrivaðar á føroyskum.
Síðani 1995 hevur Mare?s Nest givið út 10 íslendskar bøkur. Talan er ikki um stórar útgávur, men tær selja og ein áhugabólkur er til staðar.
Tó er tað so, at enska forlagið hevur fingið stuðul frá íslendskum myndugleikum og øðrum. Neyðugt er við umleið 50% í stuðli, um slík ætlan skal gerast veruleiki, tí tað er vágaverk hjá lítlum forlag at geva slíkar bøkur út.
Hóast bøkurnar koma út í Onglandi og USA, so er bert talan um upplag uppá 2000 bøkur. Men sjálvsagt ber til at endurprenta, skuldi tað verið neyðugt.
Eins og í øðrum høpum, t.d. í tónleikaídnaðinum, so er gongdin tann, at fólk eru troytt av teim stóru. Hugt verður nú í krókarnar, metir Pamela C. Ross.
Talan verður í fyrstu syftu um 2 bøkur, ið skulu týðast og gevast út á enskum. Pamela kennir enn ikki stórvegis til føroyskar bøkur, men ætlar at vitja bókasøvn og bókhandlar. Hon heldur tó, at rættast hevði verið at byrja við tveimum nýggjum føroyskum bókum.
Norðurlandahúsið stendur fyri vitjanini og er eisini til reiðar at hjálpa til fíggjarliga, men stjórin í húsinum, Helga Hjörvar, væntar eisni, at onnur eru áhugað at seta pengar í.
Í kvøld luttekur Pamela Clunies Ross á rithøvundakvøldinum, sum verður í Norðurlandahúsinum.










