Standa á snowboard á Oynni snowboard á Oynni

Fýra ungir argjamenn hava eitt annaðleiðis frítíðarítriv, nevniliga at standa á snowboard. Hetta ítriv er nýtt fyri føroyingar, men er ikki nýtt í sjálvum sær.

Teir fýra, Rúni Thomsen, Regin Thomsen, Tórur Andreasen og Bárður Højgaard hava snowboarding til frítíðarítriv. Teir standa sum oftast á Oynni, tí umstøðurnar eru góðar har, av tí at har er bratt, og nógvur kavi, tá tað nú einaferð er kavi, væl at merkja. - Tað er ein avmarking í sjálvum sær, at ein ikki fær staðið oftari, men tað má ein bara liva við, siga teir.


Byrjaði við tveimum

Tað byrjaði við at Bárður og Rúni keyptu sær eitt snowboard, tá teir vóru í Rumenia fyri góðum tveimum árum síðani. Síðani tað, keyptu vinirnir hjá teimum sær eitt, eftir at hava roynt snowboardini hjá teimum. Soleiðis hevur gongdin verið seinastu tvey árini, og nú eru teir sjey, sum eiga snowboard.

Teir greiða frá, at teir ofta gera túrar niðan á Sonnfelli, tá veðrið og tíð er til tess. Túrarnir eru sera spennandi og tað hendir altíð okkurt nýtt. Tó var tað ikki møguligt at koma allan vegin niðan á Sonnfelli hendan dagin, tí at ov nógvur kavi var á vegnum.


Eru sjálvlærdir

Av tí at snowboarding er so óvanligt í Føroyum, er tað ikki lætt at fáa hjálp ella ráðføra seg við nakran. Tískil eru teir sjálvlærdir. Hóast tað, hava Regin og Tórur verið á feriu í Eysturríki í eina viku, har teir lærdu seg at standa á snowboard rættuliga. Bárður og Rúni, sum byrjaðu tað heila, hava bert lært seg sjálvan, og tað er næstan líka gott, siga teir.

Tá teir vórðu spurdir um teir hildu, at ein marknaður hevði verið fyri snowboardsølu í Føroyum, søgdu teir, at tað mettu teir so avgjørt. - Áhugin er alsamt vaksandi millum ung fólk, nú meiri fólk eru gjørd varug við at hetta er eitt ítriv, sum væl letur seg gera í Føroyum, løgdu teir aftrat.

Eitt sámuliga gott snowboard kostar 2-3000 kr. í Danmark. Harafturat koma klæðir, handskar, skógvar, o. a. sum nýtt verður til endamálið. Sostatt kann prísurin gerast stórur, um ein skal hava alt við. Ein teirra sigur seg hava nýtt góðar 6000 kr., men legði dent á, at einum nýtist ikki at keypa alt tað, hann hevur keypt. Teir vístu eisini á, at ein væl kann klára seg við einum snowboardi og vanligum kavaklæðum, sum flest øll fólk eiga.