Vaksa um skúlan í Fuglafirði

Fuglfirðingar fara í næstum undir fyrsta stigið í einari umfatandi ætlan um at nútímansgera skúlan

Fuglafjarðar Kommuna hevur gjørt eina ætlan um at byggja út skúlan í bygdini í seks stigum fyri ein samlaðan kostnað á 50, 5 milliónir krónur. Byggiætlanin er í seks stigum, og er tann fyrsta mett at taka umleið 3 ár og at kosta um 8,5 milliónir.

Býráðsforkvinnan í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, sigur, at talan er um eina stóra heildarætlan, ið verður framd í smáum eftir fíggjarligu orkuni, og tí er ilt at siga, nær skúlin verður liðugt umbygdur.


Fleiri serstovur

Fyrsta byggistigið fevnir um at byggja ein bygning niðan fyri verandi skúla. Bygningurin skal vera í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini skulu vera høli til motorlæru og annað í hesum sambandi, somuleiðis sum ein stova skal vera til evning.

Í ovaru hæddini skulu vera serstovur, ið lúka tær treytir, nýggja fólkaskúlalógin setir.

Tá farið verður undir annað byggistig um eini trý ár, er ætlanin at byggja ein skála og fleiri serstovur oman fyri skúlan.

Hallbjørg Hansen sigur, at tað í býráðnum leingi hevur verið tosað um at fáa dagført skúlan soleiðis, at hann nøktar øll tey krøv, nýggja lógin setur. Men tað varð hidið vera óráðiligt at fara undir allar umbyggingarnar í senn, og tí valdið býráðið at gera eina heildarætlan fyri skúlan, sum verður framd í smáum.


Skal verða

sum nýggjur

Skúlin í Fuglafirði er ein gamal skúli, og partar av honum eru í heldur ringum standi. Elsti parturin av skúlanum varð tikin í nýtslu í 1936. Hesin skúlabygningurin stóð síðani óbroyttur til fyrst í sekstiárunum, tá ein stórur bygningur varð bygdur upp í gamla skúlan.

Tað mesta av nýggjara partinum av skúlanum varð tikið í nýtslu í 1964. Í 1973 varð eisini ovasta hæddin í skúlanum tikin í nýtslu saman við svimjihylinum, og síðani tá er einki stórvegis gjørt við nýggjara partin av skúlanum. Tó varð eitt sindur gjørt við elda partin í áttatiárinum, fyri at hesin skuldi lúka ásettu brunakrøvini.

Men nú skal Fuglafjarðar skúli umvælast, samstundis sum bygt verður afturat. Hallbjørg Hansen greiðir frá, at kommunan í fyrstu atløgu fer at skifta vindeyguni og takið á gamla bygninginum. Síðani skulu veggirnir inni í skúlanum klæðast og málast.

Ætlanin er, at skúlin í Fuglafirði at enda skal vera ein nýggjur skúli allur sum hann er.