Fróði Vestergaard, samskipari í Norðurlandahúsinum og Prix Føroyar fyrireikari, dugir longu at siga, hvat komandi prix finalistar kunnu vænta sær.
Tað er longu greitt at føroyskir bólkar koma at luttaka á donskum festivalum. Talan er um Nibefestivalin og Jellingfestivalin.
Ikki bert vinnararnir
Tíðindini eru áhugaverd í sær sjálvum, men gerast ikki minni áhugaverd av tí, at tað ikki longur bert eru prix vinnararnir, ið fáa nakað í sín lut.
Dómararnir úr útlondum, ið umboða festivalar, fara við komandi finalu at lurta eftir bólkunum og vita, hvørjar teirra teir kundu hugsað sær at havt á sínum festivalum
Mett verður, at ymsu festivalarnir leggja dent á so ymiskt innan tónleikin, at tað eigur at standa frítt, hvørjar av finalistunum teir ymsu festivalarnir hava áhuga í at fáa á vitjan.
Eisini verður føroyskt tiltak í Grønlandi, har onkur av prix finalistunum 2001 fáa møguleika at luttaka.
Lagt gott orð inn
At tað ber til hjá fyrireikarunum av Prix Føroyar tiltakinum at vera í so góðari tíð við stóru tíðindunum um møguleikarnar hjá luttakandi prix bólkum kemur av, at samstarvað hevur verið við danan Jens Ove Friis, ið var dómari í fjør.
Hann starvast fyri CMC Records og hevur m.a. ábyrgdina av Creamy. Hann er sera áhugaður í føroyskum tónleiki og var fyri stuttum í Føroyum á vitjan. Hann er eisini giftur føroyskri konu.
Jens Ove Friis er ikki ein og hvør í donsku tónleikaverðini, og við hansara hjálp hevur eydnast at fáa danir at taka føroysku fyrispurningarnar í álvara. Hann hevur lagt eitt gott orð inn og harvið spart føroysku fyrireikararnar fyri nógv arbeiði.
Á Jellingfestivalinum í ár leika m.a. Bill Wymann (fyrrv. bassleikarin í Rolling Stones), Run Rig, Blues Brothers, Big Fat Snake, Kashmir og øll tey góðu og stóru nøvnini innan alskins danskan tónleik, m.a. Creamy.
Jellingfestivalurin er frá 26. til 27 maj.
Á Nibefestivalinum luttaka mong av stóru donsku nøvnunum og vit kunnu eisini nevna Manfred Mann og Eric Gadd. Nibefestivalurin er frá 21. til 24. juni.
Til ber at hyggja inn á síðurnar www. jellingmusikfestival.dk ella www. nibefestival.dk
Prix Føroyar finalan 2001 verður 21. apríl.