Stutt svar til Jógvan Mørkøre til viðmerking í Sosialinum 3. nov.

Sambært »óhefta« samfelagsfrøðingin Jógvan Mørkøre følir onkur seg traðkaðan á tærnar í samband við ta samrøðu, sum eg hevði við Jan Müller, blaðstjóra á Sosialinum 1. nov.

Birgir Danielsen



Hví hesin »óhefti« Jógvan Mørkøre reagerar, sum hann ger, váttar bert tann mistanka, sum eg so leingi havi haft og er eingin orsøk til at gera viðmerkingar til tað.

Fyrsti spurningur Jógvan Mørkøre stillar: Hevur Landsstýrið ikki hildið seg til samgonguskjalið?

Svarið er: Jú, tað hevur tað í spurninginum um Fullveldið gjørt. Tó, nú meðan eg skrivi hetta, hoyri eg í útvarpinum, at ein kúvending er gjørd frá »loysing fyrst og danir gjalda yvirgangstíðina« til nú »eina longri yvirgangstíð og síðan loysing, tá yvirgangstíðin er liðug«.

Til alt hetta kann sigast at millum ár og dag eru gjørd nógv valupplegg og nógv samgonguskjøl og royndirnar um at liva upp til hesi lyfti og samgonguskjøl hava eydnast í størri ella minni mun.

Í hesum førinum hevur Landsstýrið gjørt nógv burtur úr tí eina punktinum í samgonguskjalinum, men lítið burtur úr restini.

Fyri meg og fleiri hevur ta verið eyðsæð, at royndir Landsstýrisins longu áðrenn fyrsta samráðingarfund ikki kundu føra á mál.

Tí haldi eg ikki tað vera nakað løgið í, at røddir eru frammi um at broyta kósina soleiðis, at vit fáa eina fólkaræðisliga tilgongd t.v.s, tað verður Føroya fólk ? eisini sambands- og javnaðarfólk, sum skulu taka støðu til eina endaliga loysn, sum eisini er í samsvar við tað, sum løgmaður hevur endurtikið ferð eftir ferð: at fáast skal ein breið undirtøka.

Eitt annað mistak, sum er gjørt í hesum 1. upplegginum hjá landsstýrinum, er, at landsstýrið hevur roknað við at fáa hjálp frá donsku stjórnini at taka sjálvstýri.

Er hetta ikki heldur naivt?

Tað átti ikki at undra nakran, at danskir politikarar seta seg ímóti at Føroyar loysa frá Danmark. Hvørjar fylgir kann hetta fáa fyri Danmark í altjóða høpi? Verður hetta ikki eitt prestigutap hjá Danmark?

Annar spurningur: Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin farin undir at endurskoða tað, flokkurin fór til val uppá?

Eg kann ikki svara fyri um ein meiriluti av flokkinum er farin í holt við hetta ella ei. Men tað eru nógv fólkafloksfólk og onnur við, sum spyrja seg sjálvan um valda mannagongd er røtt. Svarið til spurning 1 omanfyri tíðir uppá, at henda mannagongd førir ikki á mál, sum løgmaður eisini hevur váttað 2. nov. kl. 16.