Føroya Banka málið ikki liðugt kortini

Hóast stjórnin og Den Danske Bank gjørdu semju í sakarmálinum, sum varð reist í sambandi við Føroya Banka-málið, so er kortini ikki vist, at málið er liðugt viðgjørt í Fólkatinginum. Eindarlistin og Frælsi 2000 eru í øðini um semjuna, skrivar danska blaðið Politiken

Tað hevur av álvara skapt øsing í Danmark, at stjórnin fyrr í vikuni valdi, at gera semju við Den Danske Bank í sakarmálinum, sum varð reist, sum ein partur av semjuni við Føroya Landsstýri í Føroya Banka-málinum.

Neyvan verður nakar bilsin um, at tað enn einaferð er Kirsten Jacobsen, frá Frælsi 2000, sum trínur fram og sigur sína hugsan í hesum málið.

Hon er kortini ikki einsamøll á hesum sinni, og hjálpin hon fær, kemur hesaferð úr einum heilt óvanligum stað.

Tað er nevniliga fíggjarpolitiski framsøgumaðurin hjá Eindarlistanum, Fran Aaen, sum sigur, at teirra flokkur ikki ætlar sær at góðtaka, at málið um Føroya Banka verður loyst á ein hátt, so eingin í veruleikanum veit hvat hendi, sigur danska blaðið Politiken.


Leikluturin hjá

Fíggjareftirlitinum

Tey bæði Kirsten Jacobsen og Frank Aaen eru samd um, at Føroya Banka-málið ikki bara skal sleppa at hvørva, og tey hava serliga góðan hug at finna fram til hvønn leiklut danska Fíggjareftirlitið spældi í málinum.

Fólkatingið hevur sett ein granskingarnevnd, sum skal grava arbeiðinum hjá Fíggjareftirlitinumí sambandi við fíggjargølur í byrjanini av nítiárunum, og tá verður serliga hugsað um Hafnia- og Baltica-málið.

Tað framgongur ongastaðni í arbeiðssetninginum hjá nevndini, at hon skal kannað Føroya Banka málið, men tað vilja tey bæði hava.

? Samstundis skal nevndarformaðurin skiftast út, tí hann er ógegnigur. Hann hevur alment sagt, at Ejgil Mølgaard, fyrrverandi stjóri í Fíggjareftirlitinum er ósekur í Føroya Banka-málinum, tí skal hann skiftast út, sigur Kirsten Jacobsen.


»Halt munn-bomm«

Orsøkin til illsinnisglevsið hjá Aaen og Jacobsen er sum sagt semjan sum var gjørd í vikuni, og hon innibar, at bankin - av vælvild - rindar stjórnini 300 milliónir.

Hetta er langt frá teimum 1,5 mia., sum stevnt var eftir, og Kirsten Jacobsen sigur, at tað er tí, at stjórnin var bangin fyri at tapa sakina.

? Bankin hevur givið stjórnini eitt »Hold kæft-bolsche«, sigur hon og hon fær fyri so vítt viðhald frá bankastjóranum Straarup.

? Málið er enda fyri okkum og vit eru leysir av politikkinum, sigur hann.

Kirsten Jacobsen minnir kortini á, at danski skattaborgarin neyvan hevur gloymt, at hann rindaði 1,5 mia. kr. fyri semjuna