Alaska í september at kunna seg um tað árinið, sum oljuvinnan har hevur havt á bæði fólkið og á umhvørvið annars. Í so máta kann ein siga, at slík ferð kann verða liður í eini slíkari gransking í sambandi [...] úti í Atlantshavi við atgongd til nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil fyri einum heilt náttúrligum granskingarumhvørvi. AT vit í dag [...] granskingarumhvørvi á fleiri á okkara stovnum, eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at undirmeta. Har arbeiða kompetent fólk við at granska í eitt nú í havumhvørvi. HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt
skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin. Hann hevði verið so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann [...] politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður [...] løgmaður so eisini fer í útvarpið og sigur, at skrivingin hjá formanninum í hansara egna tingbólki i, líkist ongum og átti ikki at verið komin fyri, eru heilt nýggir tónar frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er
ættarlið við stoltleika. Júst hesa dimensiónina við tveimum so týðandi tættum í samfelagnum sum mentan og vinnulív hevur Norðurlandahúsið dugað at hjúklað um. Mongu tiltøkini í húsinum seinastu árini, sum [...] til at gróðurfesta í tað sinni føroyinga. Hetta er eisini nakað við sætt demokrati at gera. Tað eiga tit tøkk fyri. Nú vit fara inn í eina nýggja øld eiga vit sjálvandi eisini at hyggja í bakspeglið og spyrja [...] enn at finnast at og vera negativ eiga vit í felag, Føroya fólk saman við núverandi og komandi nevnd, stjórum og starvsfólkum í Norðurlanda-húsinum, at fáa í lag orðaskifti um, hvussu karmurin kann fyllast
hesin hevur tikið við formansskapinum í ES. Í DIMMALÆTTING í gjár nemur Jákup Joensen, tingmaður eisini við marknamálið. Hann skuldsetur Sosialin fyri at ganga ímóti áhugamálum føroyinga og ger tað til [...] bretar á dupultmoralsku støðu teirra í øðrum marknatrætum, har teir hava góðtikið miðlinju sum mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst hava avtalað eitt fiskimark [...] r avgera at hava val í seinasta lagi 7. juli. Tvs. til ta tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu
politikarum og ikki minst frá formonnum í flokkum, sum hava týðandi leiklut í teimum avgerðum, sum verða tiknar. VIT hava í seinastu bitið merki í, at formaðurin í CD-flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen hevur havt [...] stjórnini í at seta Birthe Weis til formann í fólkatinginum - løgið, tí nettup CD hevur fingið fleiri av týðandi nevndarformenn í tinginum - kundi CD harvið brúka føroyska fólkatingsmannin í eini roynd [...] til at vit taka júst Mimi Jacobsen fram er tann, at hon sigst vera partur av grundarlagnum hjá stjórnini - bara ikki tá formaður í fólkatinginum skuldi veljast. Eftir úttalilsum hennara í Berlingske Tidende
bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt eins týðandi stórmál [...] avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum [...] samráðingarnevndini og flyta tað upp á hægsta politiska støði. Í brævi 27. januar heitir Edmund Joensen, løgmaður á danska forsætisráðharran um at fáa í lag ein fund við bretska starvsfelagan, Blair, har teir
bera til, at ein føroyskur skipari skal vera afturhildin í skjótt eitt hálvt ár í fullkomnari óvissu og uttan nakra sum helst skuldseting júst í einum hjálondunum hjá einum ES-landi? NÚ frættist so aftur [...] Sigmundi Andreassen sum skipara varð tikið í Suðurindiska havinum og ført til oynna Réunion. ORSØKIN til hendingina skal vera tann, at skipið hevur siglt í fronskum farvatni uttan at geva boð frá sær [...] sær. Síðani er passið tikið frá vágbinginum, sum í dag kennir seg sum tiknan fanga av fransum á hesi fjarskotnu oynni. VIÐ Sosialin í dag sigur Sigmundur Andreassen, at hann kennir seg fullkomiliga tiknan
andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann henda, at andstøðan í eini tingviðgerð heilt fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum. MEN [...] serliga javnaðarflokkin við uppá ráð - ikki bert í einum aðalorðaskifti - men eisini longu nú fyrireikingarnar verða gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so [...] aðra og ikki so áleypandi terminologi.Hesum hava teir ?gomlu? í tjóðveldisflokkinum so verið noyddir at góðtaka, og tað var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum til
hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt [...] standa við sítt. Vit ivast heldur onga løtu í, at ein av orsøkunum til góðu avtaluna við danir er nettup leikluturin hjá Jóannesi Eidesgaard. Hann var júst tað neyðuga jarnbrotið, sum skuldi til at fáa [...] seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB
báðir flokkarnir at bera so í bandi, at útviklingurin í Føroyum verður bæði rættvísur, sunnur og góður. Heldur enn at mótarbeiða føroyingum, so eigur danski javnaðarflokkurin nú - í tann mun hetta er ynskiligt [...] nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú vit fara inn í eina nýggja øld og somuleiðis inn í eitt nýtt tíðarskeið við einum landsstýri, sum vil loysa frá Danmark. Tað undrar okkum [...] tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið í? Nú sleppur hann so at royna teg. DANSKI javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra um tey sera vánaligu