kallaður elektropunk, og tað var ferð á frá fyrsta tóna. Tíverri hoyrdist næstan eingin bassur (botnur) at byrja við, so ljóðið var eitt sindur hvast og tunt. Okkurt lagið var gott og okkurt annað minni gott [...] Síðsti bólkur á palli fríggjakvøldið var franska duo?in Pravda Spæliplássið var rættiligani fult, tá ið Pravda, eitt sindur seinkað, trinu á pall. Talan er um eina duo, ið telur eitt mannfólk og eina kvinnu [...] gott. Sue, sum er kvinnuliga helvtin av bólkinum, var avgjørt tann meiri spennandi og áhugaverda av teimum báðum. Hon gjørdi ein hálvan vørr, tá ið hon mitt í framførsluni blakaði T-skjúrtuna. Undir henni
sýningar fyri børnum og avvarðandi á Dramaverkstaðnum. Dramaverkstaðið er eitt sera virkið Barna og Ungdómssjónleikarafelag, sum arbeiður fyri at menna og vekja ans fyri sjónleiki og skipar fyri skeiðum [...] september 2001 við 75 børnum og ungum. Í løtuni eru 6 bólkar, og í ár eru tað tey yngstu sum framføra Leikaløtuna. Hetta eru almennar sýningar, har bæði stór og smá kunnu hugna sær og síggja sjónleik. Sýningarnar [...] málaði í andlitinum og kunnu sleppa at royna seg á palli í "Krubbuspælinum". Tilsamans eru tað 22 børn sum leika, og afturat teimum eru fleiri onnur í felagnum sum mála áskoðara-børnum og hjálpa til á annan
hevði á Skálatrøð, Palli á Tanganum og Jens Evensen fóru við. Umframt fóru so nøkur konufólk, og tey vóru Greta í Dávastovu, Nina í Dali, Maria hjá Polla og Inga úr Havn. Rakul og Julina vóru av Eiði [...] Tað búðu íslendingar uppi á loftinum. Jens og Palli fingu hús hjá bóndanum á Hánefsstøðni. Palli og Jens fingu fiskin teir keyptu frá føroyskum útróðrarmonnum og eisini frá íslendingum. Fiskurin var flaktur [...] Eiði. Tey fóru 18. juni úr Havn og yvir til Seyðisfjarðar, har tær fóru beint í fiskin. Tær búðu á Gullsteinsoyri, men arbeiddu á Hánefsstøðini. Jens Evensen og Palli leigaði tær inn í eini stór sethús.
standmyndir, og hjartans hugsan og trá teirra rópar til himmals í ævigum tónum, sum fjallatussin hevur tulkað á sínum ljóðføri. Kenslusomu myndirnar Divotu er 1 og 2 eru jødar, sum leika á ljóðføri og spæla Mozart [...] stendur í grasi, og ódnin reikar um bygdir og firðir, sum myndin av Hvalbiareiðið ber boð um. At standa oman brim og ikki kunna flota bát, kenna føroyingar til. Hetta røkkur um nes og tangar frá norðasta [...] gjáunum, fjallatindunum úr eygunum á børnum og Snjósóljugentuni - árla og síðla. Í gjáarmunnanum er tignarligt. Ljósið spælir sær kring fjallagreinirnar og leggur seg á vágna í ymiskum dragi, sum pensilin
dugdi væl at skriva og yrkja, hevði lættan og góðan penn – og so var tað eisini tónleikurin og sangurin, sum lá honum á hjarta. Frits var ein dýrgripur fyri mentanarlívið í Fuglafirði, og týdningurin, hann [...] í mammu. Hann forgudaði hana og talaði ofta vinarliga og blítt um hana. Mamma Frits var rættiliga ring av liðagikt og var nógv seingjarliggjandi. Pápin var nógv burtur og sigldi við langfaraskipum, norskum [...] innan binding og sniðgeving sína við ullvørum. Hon er tikin úr leikum sum sniðgevi og annars at virka úr ull. Hesum helt Frits nógv av og sýndu tey saman onkuntíð. Frits var fantastiskur og fittur! Tú kundi
Seglloftinum. Teir hava sligið navnið fast og staðfest seg sum eitt ektað bluesorkestur. Teir meina veruliga nakað við tað, tá teir eru á palli, og blueskenslan og góð framførsla gera bólkin til nakað heilt [...] heilt serstakt. Tá Jólagásin er sodnað og 2. jóladagsballið er av, hví so ikki fara til eina svingandi og festliga bluesløtu á Seglloftimum á Tvøroyri?. Bluesmanningin er Dennis Lave, Vilhelm Meyer, Dávið [...] Dávið Jacobsen, Páll Lave, Pætur Mohr Dam og Kristian Holbæk. Repertoirið eru tulkingar av t.d. Stevie Ray Vaughan, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton v.m. -Og minnist til, tað er loyvt at dansa, tá
Mær dámar væl tónleikin og Frum-universið, sum er sansaligt og rúmligt og abstrakt. Mær dámar at arbeiða tvørlistarligt, og eg havi í stóran mun lagt meg eftir, at tónleikurin og søgurnar í tekstunum verða [...] í stóran mun tvinnar og flættar saman tónleikin hjá Frum við dansi og rørslum. Tað er í hesum sambandi, at Jenný hevur heitt á Búa Rouch, dansara og koreograf, um at leikstjórna. Og hesum hevur Búi játtað [...] ið skapa ymsar rørslur á palli. Og so veit eg, at Jenný hevur lisið heimspeki. Sjálvur eri eg hugtikin av heimspekini og haldi, at tað er ein listarliga spennandi avbjóðing og leitan eftir at vita, hvat
leiklutinum og fært størri yvirskot til at verða kreativur við smálutum og soleiðis geva tað allarbesta av tær sjálvum hvørja ferð. Hetta eru stórir leiklutir, og har sita fleiri enn 1000 fólk og hyggja, so [...] Eg eri fyrst og fremst sjónleikari, og tað eri eg av nógvum persónligum orsøkum. Mær dámar tað væl, tey siga, at eg dugi tað væl, og líka sum øll onnur havi eg brúk fyri viðurkenning og at verða tikin [...] dreyminum hjá Annfinni er at fáa føroyskan politikk og etiskar spurningar við í leikin. Hann hevur, saman við øðrum, skrivað og spælt nógvar ólavsøku-kabarettir, og mong minnast ivaleyst Annfinnur í leiklutinum
Homrum á palli í Kongens Have í Keypmannahavn, har hann framførdi á Frigg-festivalinum saman við John Johansen. Signar fegnast um Frigg-festivalin, bæði sum tónlistarmaður og, sum áhoyrari, og hann vónar [...] meiri tilkomnari áhoyrarafjøld. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við Signar á Homrum um Frigg-festivalin í Keypmannahavn, og Senior-festivalin í Runavík.
Bróðurin hevði keypt Jesus Christ Superstar, og seinnapartarnir blivu oftani brúktir til at sita og lurta eftir hesi plátuni, áðrenn húsfólki kom heim frá arbeiði og skúla. Hetta var ikki tónleikur, sum varð [...] Sangurin um píkatráðin og kertuljósið er eitt spennandi lag. Teksturin vísir okkum, á at hóast støðan sær sera myrk og døpur út, so kunnu vit finna eitt ljós í myrkrinum. Lagið er positivt og byggir á stevið [...] vakur partur av Noregi. Nógv trø, stórar víddir og smalir vegir. Sera ólíkt Háfjalli, Kjølinum og Borðoyarvík. Hevur gerðadrongurin sagt farvæl til taralukt og vetrarillveður. - Nei, ætlanin er at flyta heimaftur