Vit kunnu í dag avdúka enn eitt navn á G! skránni, tað er elektroniska stjørnuskotið Franka, ið kemur heim til Føroyar at spæla.
Franka telist millum mest spennandi føroysku elektronisku nøvnini ella føroysku er kanska í so avmarkandi fyri Franku, tí hóast oddakvinnan í Franka, Helena, er føroysk, so hevur hon einamest búleikast í Danmark.
Tónleikurin er melodiskur, men dregur elementir úr bæði poppi og avant garde. Onkuntíð er tað myrkt og speglar fortíðina hjá songkvinnuni í punk verkætlanini Helena Murr Murr, og aðrar tíðir er tónleikurin lívligur og festligur.
- Franka fevnir víða, og tónleikurin kann tykjast fjølbroyttur, men eyðkenda røddin knýtur alt væl saman. Franka er frálík á einum palli, eins og áskoðararnir á Frigg kundu uppliva herfyri. Hon er sterkt og skroypilig, alt meðan hon heiðrar sín kvinnuliga seksualitet á palli, skriva fyrireikararnir.