Framúrskarandi framførsla

Sangleikurin Godspell hjá næmingum í Studentaskúlanum í Hoydølum hevði frumframførlsu í gjár. Leikurin var sera væl spældur og leikararnir livdu seg væl og virðiliga inn í leiklutirnar

Klokkan var trý korter til átta, og tá var longu fitt av fólki samankomið uppi í studentaskúlanum. Tjúgu minuttir seinni var nærum fullsett, og leikurin fór í gongd.
Leikurin hevði eina eksplosiva byrjan. Við teimum sterku kórrøddunum var onki at taka feil av: Hesi ungu fólk vildu vísa áskoðarunum nakað!
Godspell er ein av best umtóktu Broadway sangleikunum nakrantíð. Hann var fyrstu ferð framførdur í 70´unum í eini trý ár uttan steðg. Tó fara næmingarnir í Hoydølum ikki at spæla leikin so leingi - týsdagin verður seinasta sýningin, og hetta kann sigast ikki at verða annað enn spell. Leikurin hevði væl tolt at verið framførdur oftari.

Gæt og grimasse

Godspell er ein nýmótansgjørdur sangleikur av Matteusarevangeliienum. Hann er stuttligur, og tað er ferð á alla tíðina. Líggjas Olsen hevði høvuðsleiklutin sum Jesus, meðan Esben Jacobsen og Christina Elisabeth Mørkøre høvdu tveir aðrar stórar leiklutir. Líggjas var tann, sum ongantíð skifti leiklut, meðan Esben hevði nógvar ymsar leiklutir, sum til dømis Jóhannes doyparin og Judas.
16 sangir vóru í leikinum. Og ímillum hvønn sang var sjónleikur. Sangleikurin sjálvur var ikki samanhangandi, men brot úr Matteusarevangelienum vóru framførd uttan at hava nakað beinleiðis samband við hvørt annað.
Leikurin er heilt avgjørt øðrvísi. Hann er "peppaður" upp við nógvum stuttligum og ironiskum viðmerkingum. Tað einu ferðina brúkti Jesus "Gæt og grimasse" fyri at vísa lærusveinunum, hvat tað var hann vildi siga.

Ósvikaligar røddir

Tær tríggjar høvuðsrøddirnar sviku ikki. Sjálvt um 14 ymsir solistar vóru við, so vóru røddirnar hjá Christinu Elisabeth, Esben og Líggjasi tær afturgangandi, og kláraðu tey hetta serstakliga væl. Christina syngur sum ein eingil, og Líggjas og Esben hava heilt avgjørt sanggávur teir kunnu koma ógvuliga langt við.
Ígjøgnum leikin ferðast áskoðarin saman við Jesusi og hansara lærusveinum ígjøgnum líðingarsøgu Jesusar. Leikurin verður ikki bert framførdur á einum palli, men tveimum, og nógv av leikinum gongur eisini fyri seg mitt á gólvinum ímillum allar áskoðararnar. Hetta ger leikin intiman og meira persónligan. Leikararnir venda sær við jøvnum millumbilum eisini til áskoðararnar, soleiðis, at bæði leikarar og áskoðarar á ein ella annan hátt skapa eina heild.

Vælnøgd

Tey flestu av okkum minnast helst Skeyk, sum var framførdur í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Skeyk var ein risa verkætlan, sum hevði væl størri fíggjarkarmar enn Godspell. Men tað er ikki ov nógv sagt, at Godspell, hóast trongu fíggjarkarmarnar, livdi væl og virðiliga upp til Skeyk. Andin á leikarunum var tann rætti, og eisini hjá teimum dugnaligu tónleikarunum, ið myndaðu orkestrið riggaði alt, sum tað skuldi. Cellospæl til ein av sangunum frá Høgna Reistrup, og violinspæl frá Guðný Brynhild Næs settu bara prikkin yvir i´ið.
Framleiðslustjórin, Hans Olivur Højgaard Joensen, var eftir frumframførsluna, av góðum grundum, væl nøgdur.
- Eg eri ógvuliga væl nøgdur, segði Hans Olivur Højgaard Joensen. - Tað gekk ógvuliga væl at framføra í kvøld, betri enn til aðalroyndina. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri glaður.
Leikararnir vóru allir ógvuliga glaðir. Eftir framførsluna gingu teir runt á skúlanum við stórum smílum um alt andlitið.
- Eg eri sera væl nøgdur, sigur Líggjas Olsen, Jesus, við einum stórum smíli. - Hetta hevur verið ógvuliga spennandi, stuttligt og læruríkt at vera við í. Og eg eri ógvuliga væl nøgdur við okkara fyrstu framførslu.
Líggjas sigur eisini, at hann valdi at siga ja til henda leiklutin, tí tað er ein avbjóðing at skula syngja slíkan tónleik. Hann helt, tað virkaði kul og stuttligt, men tað er eisini farið við nógvari tíð. Í seinastuni hevur verið vant ógvuliga hart til frumframførsluna.
Men summa summarum: Ein livandi, intens, stuttlig og gleðispreiðandi framførsla, sum avgjørt er eina vitjan verd. Tit verða ikki skuffað! Men tað er at skunda sær. Leikurin verður bert framførdur til og við týsdagin 12. mars. Eftir tað pakka Godspell leikararnir saman.