Tað ber ikki til at siga so nógv um Fridu, men tað kann sigast nakað um pápan og ommuna. Pápi Fridu var tann kendi “kongaligi loðsurin” Theodor Samuelsen, sum var ættaður úr Klaksvík. Hann byrjaði sítt lív sum fiskimaður bæði við føroyskum og útlendskum skipum. Hann varð serliga kunnugur í Grønlandi og var ofta sum “kendur maður” við norskum farmskipum, sum fóru til Grønlands eftir saltfiski. Hetta gjørdi hann skikkaðan at verða loðs í Havn, har hann eisini var væl umtóktur
Kona Thedor var Margretha, kallað Dedan, sum var dóttir Ingu í Króki úr Havn. Inga búði í Danmark undir krígnum, og Sigurd Joensen hevði í 1945 eina samrøðu við hana í útisetablaðnum Búgvin um hennara tíð í Íslandi. Samrøðan er eisini í bókini Til Lands hjá Sámal Johansen.
Konufólk til lands
Inga var nógv summar í Íslandi í hennara ungu døgum, tá ið føroyingar gjørdu so nógv av at rógva út har, og konufólkið fór at arbeiða í fiski. Tað var hetta samrøðan snúði seg um, og kann hon vera eitt gott ískoyti til tað, sum vit annars hava skrivað um hesa søgu.
Fyrsta árið Inga var í Íslandi var í 1889. Konufólk høvdu verið í Íslandi undan tí sum fiskagentur og kokkar hjá útróðrarmonnum.
Tað var Jacob Lützen, sum handlaði í Fútastovu, ið teknaði kvinnurnar fyri ein dana Bakker á Vopnafjørðinum.
Men Østrøm var millumaður, tá ið Inga fór yvir. Hann fór at keypa fisk yviri á Seyðisfjørðinum í 1889. Hann fór sjálvur yvir við “Einigheitini,” sum hann hevði leigað sær. Tveir av hansara monnum á verksmiðjuni, sum hann hevði á Skálatrøð, Palli á Tanganum og Jens Evensen fóru við. Umframt fóru so nøkur konufólk, og tey vóru Greta í Dávastovu, Nina í Dali, Maria hjá Polla og Inga úr Havn. Rakul og Julina vóru av Eiði.
Tey fóru 18. juni úr Havn og yvir til Seyðisfjarðar, har tær fóru beint í fiskin. Tær búðu á Gullsteinsoyri, men arbeiddu á Hánefsstøðini.
Jens Evensen og Palli leigaði tær inn í eini stór sethús. Allar seks genturnar búðu í eini stovu. Har búðu eisini aðrir føroyingar, ið vóru til lands. Ein bátaskipan av Toftum, átta menn, búðu uppi í eini stovu. Tað búðu íslendingar uppi á loftinum. Jens og Palli fingu hús hjá bóndanum á Hánefsstøðni.
Palli og Jens fingu fiskin teir keyptu frá føroyskum útróðrarmonnum og eisini frá íslendingum.
Fiskurin var flaktur, saltaður, rivin um, tá ið hann var íligin, saltaður aftur, vaskaður og turkaður.
Tað var ikki so nógv at gera at byrja við, men seinni út á summarið var almikið av arbeiði. Tann 14. september fyrsta árið fóru tær heim aftur við Einigheitini. Tað var illveður. Skiparin Jens Mohr var illa við, tað er ikki ov nógv sagt. “Og alt hetta fólkið eg havi umborð, 99 sjelir eg havi,” segði hann.
Útróðrarmenninur vóru so víða, so tað bar ikki til hjá Ingu at siga, hvussu nógvir teir vóru. Millum annað vóru teir á Brimnesi á norðari arminum á Seyðisfirði. Teir turkaðu eisini fiskin sjálvir.
Mánaðarlønin 35 krónur
Lønin var 35 kr um mánaðin, men tá kostaðu tær seg sjálvar. Inga fór ikki avstað aftur við Østrøm. Hann fór nevniliga á húsagang og rýmdi av landinum.
Inga var eini 14 summur í Íslandi. Hon var eisini fleiri ár á Vopnafjørðinum. Tær arbeiddu hjá einum íslendingi, ið æt Valdimar Daviðsson, og tá hann var deyður hjá Ólavi Daviðssyni, beiggja hansara.
Tað vóru nógvir føroyskir útróðrarmenn á Vopnafirði. Tað vóru bátsskipanir úr nógvum føroyskum bygdum. Inga helt, at tað vóru eini 30 konufólk, nógvar vóru úr Kollafirði.
Tær búðu allar 30 saman við tveimum íslendskum gentum í einum rúmi á “stulkuloftinum.” Hetta var eitt stórt loft. Tað gekst uppá tað beint úr túnium. Tað vóru 14 trappur fyri endan á húsinum upp á loftið. Áðrenn komið var inn í rúmið, har tær svóvu í koyggjum tvær og tvær, var komið inn í eitt stórt rúm, sum føroyingarnar høvdu at dansa í leygarkvøld og sunnukvøld. Teir vóru um 250 í tali.
Tað var so ymiskt, hvar útróðrarmenninir búðu. Summir búði hjá bóndum og annars í húsum, teir leigaðu sær. Teir vóru spjaddir inn eftir øllum firðinum tí megin sum bygdin er. Kollfirðingar búðu ár eftir ár í einum húsum, teir kallaðu Sokrates. Tað var ikki meira enn fimm minuttir at ganga av stulkuloftinum niðan í Sokrates.
Inga var eisinu nøkur ár á Seyðisfjørðinum, har hon og fleiri arbeiddu hjá einum norðmanni Thorvald Imsland. Har búðu tær átta í einum húsum, sum tær høvdu fyri seg sjálvar. Seinni arbeiddi Inga hjá teimum norsku vinnulívsbeiggjunum Wathne á Seyðisfjørðinum og Reyðafjørðinum.
Tað var stuttligari á Vopnafjørðinum enn á Seyðisfjørðinum, tí har vóru teir flestu føroyingarnir. Tað var eisini stuttligt á Seyðisfjørðinum, tí har vóru so nógvir norðmenn, og teir vóru so góður dansarar. Arbeiðstreytirnar vóru betri hjá norðmonnum á Seyðisfjørðinum.
Mundu gingið burtur
Eitt árið fór Inga eisini upp á Akureyri at arbeiða sild. Har arbeiddi hon hjá Thór Tulenius. Hann átti húsið Tórshamar. Hetta var ein skotsk fyritøka. Tí kom Inga at arbeiða saman við skotskum gentum. Arbeiðið var at salta sild í tunnur. Tvey skotsk sildaskip gingu eisini út frá Akureyri. Tað var seint tað árið, áðrenn tær sluppu heim til Føroya. Hetta var tann ræðuliga ferðin við danska skipinum Thyru, tá ið tey mundu gingið burtur fult av føroyskum íslandsfararum. Tað var ein føroyingur, sum bjargaði teimum, tá ringast stóð til. Teir mistu tó ein mann.
Inga segði at lívið í Íslandi var stuttligt, hóast tað var strævið.
Inga doyði í 1947 og er jarðað í Danmark.
Komandi partur
Í komandi parti verður eitt sindur av ítróttarsøgu. Nevnliga um Sofus Evensen, sum var við til at stovna HB