Frits í Oynni á Tvøroyri

Hendan mánaðin sýrnir Frits Johannesen í Fuglafirði fram í Gallerí Oynni á Tvøroyri

At vera í tí tóma rúminum við einum pensli, kanst tú tulka í litum, har hugskotið til málningin kann takast úr luftini, líðunum, homrunum, gjáunum, fjallatindunum úr eygunum á børnum og Snjósóljugentuni - árla og síðla. Í gjáarmunnanum er tignarligt. Ljósið spælir sær kring fjallagreinirnar og leggur seg á vágna í ymiskum dragi, sum pensilin fangar í strokum. Hetta er í løtum, sum tú tíðum vendir aftur til. Ovast uppi er ljósið - sum spælir sær t. d. í gjáarmunnanum í Mansgjógv uppi í Blábjørgum , og endurspeglar sær í einari kvinnu við einari cello - ein skulpturur, sum er at undrast yvir.
Henda mussika løtan, sum ljómur í litum - er spæl í tónum, har Snjósóljugentan í Mansgjógv er ein undurføgur standmynd, ið spælir á eina cello, ið ber tónar og løg kring tann víða heim. Hon er eitt kosmiskt fyribrygdi, sum fevnir um alt í ljósi, í tónum og spæli. Lívið í gjáum er ein poetisk tilvera, sum øll undrast yvir, ja, sjálvt Snjósóljan og mortítlingurin eru undirgivin hesari útsøgn. Cello-spælarnir í hinum gjáunum eru samdir við snjó-sólju-gentuna og mortítlingin í hesum.
Alt hetta kundi eisni verið á Gøtu sandi, nú G-fagnaðurin er í ljósmála. Poppsangarin í Hagagjógv (Grand Prix) er so skulptu-rellur, at hann er sum høgdur úr einum palli, men hann er í einari gjógv ovast uppi og letur sínar tónar fara út um tann víða heim- í flyrrandi tónum og heilsar G- fagnaðinum.
Myrkalagt er í Múla, men hóast tað, er ljósið í summ-ar-, heyst-, vetrar- og vár-løtum tað sama. Húsini eru standmyndir, sum standa ritaðir í fjallasíðurnar - hella seg aftur at fjallinum og eru eitt við megnar standmyndina fjallið. Sjálvt Fjallatussin á Gjógv-ara-áfjalli er ein einfaldur tón-leikari, sum eftir eina stravna konsert ovast uppi, smýlist og samtykkir tað, at fjallið er ein standmynd - ja, at fjøllini eru standmyndir, og hjartans hugsan og trá teirra rópar til himmals í ævigum tónum, sum fjallatussin hevur tulkað á sínum ljóðføri.
Kenslusomu myndirnar Divotu er 1 og 2 eru jødar, sum leika á ljóðføri og spæla Mozart. Teir eru staddir í Auschwitz og Birkennau. Orkestur-leið-arin í Divotu 2 er kross-festur við einum vindli í munnvikanum. Hann stýrir øllum orkestrinum, er gerandisligur og so ómetaliga líkasælur við sigarett í munninum. Tað at týna og verða týndur kann gerast so vanligt, - ja, so vanligt, sum at hava eina sigarett í munninum, og fer hetta farm dag og dagliga um tann víða heim. Á krossinum er skyldrið:WWW.
Tá ið gingið verður hús-anna millum í einari gaml-ari føroyskari bygd, síggjast bert hálvir skjøldrar og hálv vindeygu. Skjøldrarnir eru fullkomin skap og somu-leiðis vindeyguni, men alt fer um tíðina, sum melur í stýrinum ella hjólinum um ein húsavegg ella kirkju-vegg. Húsini, sum eru standmyndir - gera bygdina til eina heild, hóast eygað bert sær hálvar skjøldrar, hálv vindeygu, hálvar skorsteinar og hálvt stýri. Hetta er eitt úrdrag, sum er so rót føroyskt, sum tað kann vera.
Sluppmanningin og útróðrarmaðurin eru livandi standmyndir, sum eru høgdar út úr tí føroyska umhvørvinum. Keppurin er tann føroyski " skulptur-urin". Eingin er líka, og hava teir fingið sítt per-sónliga skap eftir høvur mansins. Hann er ein avspegling av hansara sál. Tað hevði verið nóg mikið bert at mála kepparnar. Tað hevði eisini gjørt málningin.
Næmingarnir eru spyrjandi og leitandi. Tá ið teir vóru so "snúsfornuftigur" var tað, tí at abbin var so klókur. Hin vegin, tá ið tað reystaði nakað í, so var orsøkin, at lærarin var so vánaligur. Men næminga-eyguni leitaðu eftir tí, sum teir hildu var nóg mikið til hetta jarðiska lívið. Flestu næmingarnir eru blivnir góðir samfelagsborgarar... og tað liggur í eygunum ella undir keppatútinum, sum tú sært.
Málningaframsýningin røkkur um fjallagreinar í tónum og løgum, sum ljóma úr einum cellokassa, men undrandi standa vit, tá ið brimið stendur í grasi, og ódnin reikar um bygdir og firðir, sum myndin av Hvalbiareiðið ber boð um. At standa oman brim og ikki kunna flota bát, kenna føroyingar til. Hetta røkkur um nes og tangar frá norðasta oddi í Føroyum til Akraberg. Hetta eru tónar, sum eru tulkaðir í skaldskapi, tónleiki og myndum.
Hetta var ein lítil lýsing av myndunum hjá Frits Johannesen, sum hevur listaframsýning í Gallerí Oynni til 31juli. Vert er at støkka inn á gólvið í Gallerí Oynni og fara eina ferð í myndum hansara, sum eru poetiskar og skulpturellar. Tær verður ynskt eina góða ferð, saman við málning-unum í tí tóma rúminum.