“Reach the unrechable” syngur hann í sanginum “The Impossible Dream”. Longu blaðungur var hann sum tikin úr leikum at gerast størsta stjørnan, sum amerikanski popídnaðurin hevur fostrað. Í dag telist hann millum mest týðandi tónleikanøvnini í farnu øld og var eisini ein av teimum fyrstu, ið veruliga kom at merkja stjørnudyrkanina hjá teimum ungu. Sum tað skaldsliga verður sagt í sanginum “Swinging on a Star”, so vildi hann eisini fegin bera stjørnuljósið heim aftur á jørðina – og tað gjørdi hann við lít. Eyðkenda og mjúka rødd hansara fór beint inn hjá vanliga fólkinum. Meira enn 150 milliónir plátur eru í umfari, og fagnaðurin tykist ongantíð at káma burtur.
Frank Sinatra var borin í heim 12. desember 1915. Hann byrjaði sína yrkisleið saman við kendum orkesturleiðarum í tríðatiárunum, sonevnda swingtíðin, men eins og í sanginum “My Way” vildi hann ganga sínar egnu leiðir. Hann fekk heilar ellivu Grammy-virðislønir umframt hópin av øðrum heiðurslønum sum sangari og sum sjónleikari. Seinnu árini av lívi hansara gjørdist hann serliga kendur á palli í Las Vegas, men var eisini javnan á leikferð bæði í USA og í øðrum londum. Hann var virkin øll árini fram til 1998, tá hann lat leiktjaldið falla fyri seinastu ferð, sum hann so bersøgin ber tað fram í sanginum “My Way”. Hann var tá 82 ára gamal. Livdi hann í dag, var hann 100 ár.
Stórbandið sigur soleiðis:
“Come fly with me” kallast eitt av hansara løgum. Mentanarnáttina 3. juni og leygardagin 4. juni taka vit teg á flog ígjøgnum tónleikin og lív hansara. Tórshavnar Stórband, stjórnað av Sigurði Flósason, fer at framføra tey kendastu løgini, soleiðis sum tey upprunaliga vóru løgd til rættis. Tvey ættarlig av okkara dugnaligastu “croonarum” fara at syngja: Jógvan Hansen, Jógvan Joensen, Mike, Rasmus Magnussen og Haleluja Sofus. Harumframt verður sagt frá áhugaverdum hendingum í lívið hansara saman við myndafrásøgn á stórskýggja.