Fremmanda gentan

Sjónleikur

 

Í vikuskiftinum 3. og 4. febr. verður sjónleikurin Fremmanda Gentan framførdur á Dramaverkstaðnum á Nabb.

Sjónleikurin er um eina smágentu sum er flóttafólk í Føroyum.

Hetta er ein stuttur barnaleikur, sum tey 10 og 11 ára gomlu børnini dramaverkstaðnum leika. Børnini byrjaðu at venja í november 2000, og øll uttan 2 eru nýbyrjarar. Leygardagin er ein sýning kl 18 og sunnudagin eru tvær sýningar kl. 16 og kl. 18. Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni og á Dramaverkstaðnum 1 tíma undan sýning.

Børn undir 5 ár skulu vera saman við vaksnum, sigur Dramaverkstaðið í tíðindaskrivi.