Framúrskarandi framførsla frá Tvazz

Leikbólkurin Tvazz vísti við uppsetingini av “Køksdrottningarnar” eftir Werner Schwab í fjør eitt høgt ambitiónsstøði, og at í Tvazz eru bæði vilji og evni at gera hol í sjógvin innan føroyska leiklist. Uppsetingin av Fundamentalisturin eftir finska skaldið Juha Jokela er enn ein leikuppseting, ið setir dagskránna – bæði listarliga og innihaldsliga.

Strømm og stílførd uppseting

Fundamentalisturin er eitt sera væl skrivað sálarfrøðiligt drama um trúgv, sjálvrættvísi og medmenniskjaliga ábyrgd, og uppsetingin hjá Tvazz er ein hugvekjandi forloysing av tekstinum. Svenski leikstjórin Petra Berg Holbek hevur valt ein einfaldan stíl við einum reinum og naknum palli, har sjónleikararnir og teksturin eru í fokus.


Hvør er fundamentalistur?

Bert tveir persónar eru á pallinum. Presturin Markus, sum fyri stuttum hevur sagt seg úr starvi av samvitskuorsøkum, og Heidi, sum hann kendi væl fyri meiri enn 15 árum síðani, og sum nú trínur innaftur í hansara lív og vísir seg at vera vorðin vakt átrúnaðarliga og funnið frelsu í eini víðgongdari kristnari samkomu. Hon hevur lisið eina blaðgrein hjá Markusi um trúarspurningar og er sannførd um, at hann hevur mist trúnna. Tí leitar hon hann upp til tess at royna at umvenda hann, at fáa hann “at lata seg upp fult og heilt fyri Jesusi”. Í hansara eygum er hon ein fundamentalistur, og eins og hon hevur sett sær fyri at frelsa hann úr teirri glatan, ið hon fult og fast trýr bíðar honum í helviti, setir hann sær afturímóti fyri at “frelsa” hana frá teirri andaligu forføring, ið hann er sannførdur um, at fundamentalistiskur kristindómur er. Úrslitið verður, at tey ávirka lívini hjá hvørjum øðrum, og bæði enda í djúpari andaligari kreppu, hóast annað teirra má gjalda ein munandi hægri prís. Í hesi tilgongdini gerst spurningurin meira og meira opin, hvør er tann mest sjálvrættvísi og fundamentalistiski av hesum báðum. Leikurin er ein innlitsfull og dramatiskt meistarliga væl frágingin viðgerð av, hvat átrúnaðarlig sannføring er og hvussu átrúnaðarlig fanatisma virkar.


Meira enn átrúnaður

Men samstundis er hetta eisini eitt væl skrivað drama um mennisku og mannalagnur. Persónarnir Markus og Heidi eru nógv meiri enn tey átrúnaðarligu sjónarmið, ið tey umboða. Her er ein menniskjanslig søga um kærleika og leitan eftir tryggleika, sum saman við tí átrúnaðarliga temanum ber leikgongdini uppi. Tað sum veruliga setir hendingarnar í leikinum í gongd, botnar í síðsta enda í eini felags fortíð hjá Markus og Heidi, tá hann var ungdómsprestur, og Heidi var ein virkin tannáringur í kirkjuliga ungdómsarbeiðinum. Í hesi fortíð liggur eitt álitisbrot frá Markusar síðu, sum fekk Heidi at venda honum og kirkjuni bakið, og gjørdi, at hon hvarv úr lívi hansara í 15 ár. Og tá tey nú hittast aftur og innleiða eina røð av samrøðum um tað at vera kristin, liggur tráanin eftir at koma til sættis við fortíðina ikki langt undir yvirflatuni. Tann kristindómurin, ið tey hvørt sær umboða í hesum samrøðunum, avspeglar, hvørji tey eru sum mennisku. Og tað er í hesi samanrenningini, at leikurin gerst so dramatiskur og hugvekjandi. Tann átrúnaðarliga samrøðan er eisini ein leitan eftir tí sanna kærleikanum og ein roynd at finna og vinna álit hvørt hjá øðrum.


Framúrskarandi spæl

Spælið hjá Bárði Persson og Gunnvá Zachariassen sum ávikavist Markus og Heidi er einki minni enn framúrskarandi. Her er veruliga talan um eina tour de force hjá báðum tveimum.


Gunnvá Zachariassen vísir nakað av tí allarbesta, ið eg havi sæð frá henni á palli. At byrja við heldur ein kanska, at hon yvirspælir eitt sindur, men skjótt gerst ein greiður yvir, at tað er ikki leikarin, men persónurin, ið hon leikar, ið yvirspælir. Tá vit møta Heidi í byrjanini av leikinum, spælir hon ein leiklut, hon tosar eitt kunstugt og klisje-fylt mál og hevur eitt líka kunstugt kropsmál. Men so við og við koma vit tættari at henni sum menniskja og at enda stendur hon kensluliga púra nakin á pallinum. Alla hesa tilgongdina framsetir Gunnvá sera sannførandi og nuanserað – hetta er sjónleikaraavrik á altjóða støð!


Ongantíð av pallinum

Bárður hevur eina aðra avbjóðing í leiklutinum sum Markus. Markus mennist kanska ikki so nógv gjøgnum leikgongdina sum Heidi, men tað er hansara søga, sum verður søgd. Hann er frásøgumaðurin gjøgnum alla tilgongdina, og tí er hann eisini á pallinum samfullar 150 minuttirnar, ið leikurin varðar. Kanska er tað sumt í spæliháttinum hjá Bárði –ávísar røddføringar og ávísar keipur - , ið ein kennir aftur frá fyrri framførslum hjá honum. Men tað broytir ikki við tað, at tað eydnast honum at fáa eina samanhangandi og trúverduga framseting av persóninum Markus.


Fundamentalisturin verður spældur á Tjóðpallinum fram til 4. november. Lat ikki hesa serstøku uppliving fara aftur við borðinum.




Fakta:

Høvundur:

Juha Jokela


Tey luttakandi


LEIKSTJÓRN:

Petra Berg Holbek, leikstjóri frá Statens Teaterskole í 2001. Hon hevur arbeitt bæði í Svøríki og í Danmark, eitt nú á Stockholms Stadsteater, Malmø Dramatiska Teater og við sínum egna bólki Lone Star. Hon fæst í løtuni eisini við at skriva leikrit.


PALLUR OG LJÓS:

Egil Barclay Høgenni Hansen, ljóssniðgevi frá Statens Teaterskole í 2002. Hann starvast á Aalborg Teater. Hann hevur kasta ljós á manga konsert í Føroyum seinastu árini. Egil var við til at stovna bólkin TVAZZ.


LEIKARI (MARKUS):

Bárður Persson, sjónleikari frá Elevskolen ved Arhus Teater 2002. Verið við í leikum hjá Leikhúsinum Grímu og Tjóðpallinum. Bárður var við til at starta bólkin Willieboys. Fekk Herðaklappið í 2006 fyri leiklutin sum Kjell-Bjarni í leikinum Elling og Kjell-Bjarni.


LEIKARI (HEIDI):

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari frá Statens Teaterskole í 2000. Hon hevur arbeitt sum sjónleikari í Danmark, Føroyum og USA. Í Føroyum hevur hon verið við í leikum hjá Leikhúsinum Grímu, Tjóðpalli Føroya, Willieboys o.ø. og hon var við til at stovna bólkin TVAZZ.


Týðing: Gunnvá Zachariasen og Annika Hoydal


Sangur: Annika Hoydal


Plakat og leikskrá: Heiðrik á Heygum


Tøkni: Símun Pauli Hansen


Hjálparfólk: Rakul Thomsen & Christa


Verður spældur á Tjóðpallinum til og við 4.november.