sum farna kappingarár var liðskipari hjá KÍ, tørnar nú út fyri Breno í italskum fótbólti. Í dag hevur Breno spælt fyrsta dystin í nýggja árinum, tá Breno á útivølli spældi ímóti Castiglione. Og sigast [...] útivølli 3-0 móti Castiglione, og áleyparin úr Klaksvík kom tvær ferðir á máltalvuna. Breno, ið liggur eitt vet uttanfyri italska stórbýin, Brescia, spælir í fimtbestu italsku fótbóltsdeildini.
16:00 hevur Jógvan Joensen útgávukonsert í Spaniastovu í Klaksvík. Jógvan hevur seks útgávukonsertir á skránni kring landið, og konsertin í dag er tann næstseinasta í røðini. Fyri jól kom fyrsta útgávan hjá [...] hjá Jógvani Joensen – EP’in Love That You Love – og tað er í sambandi við hesa útgávu, at Jógvan er á konsertferð. Tónleikararnir, sum spæla saman við Jógvani, eru: Andreas T. Restorff, cello Maria Ljósá [...] Ljósá, sang Per I. H. Petersen, slagverk Atgongumerki til konsertina í dag kunnu keypast við dyrnar.
Í morgin, sunnudagin, klokkan 14.00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Har fáa fólk samstundis høvi at heilsa upp á listamannin. Talan er um eina søl [...] 17:00. Framsýningin hongur uppi allan mars mánað, og tað er ókeypis at vitja framsýningina, heilsa tey í Gamla Seglhúsinum, sum siga, at øll eru hjartaliga vælkomin!
Heimsstjørnan, Mika, sum skal framføra á Summar Festivalinum í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 22, er nú lendur í í Vágum. Hann flýgur ikki við vanliga rutunetinum, men er komin við sínum egna flogfari úr [...] Hann kann so saman við fylgi njóta ein frídag í Føroyum, áðrenn hann fer á pallin í annaðkvøld. Gitt verður, at hann fer av aftur landinum eftir framførsluna í annaðkvøld, tí slíkar heimsstjørnum hava úr [...] úr at gera hvørt vikuskifti. Lesini eisini »Mika kemur í kvøld« við at trýsta her.
málleysa javnleikinum móti Víkingi við Margáir í kvøld. Arnbjørn Hansen hevur ikki verið á vøllinum síðani EB/Streymur tann 10. apríl spældi í Klaksvík. Í dag kom hann á vøllin seinastu tólv minuttirnar [...] - Tað er deiligt at spæla aftur og fáa nakar minuttir, sigur framherjin hjá EB/Streymi við portalin í kvøld. Hoyr samrøðuna við Arnbjørn Hansen undir greinini.
Tað er í dag, at Føroyar hátíðarhalda altjóða handikappdagin. Runt um í heiminum verður varpað ljós á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek. Hetta gera vit eisini í Norðurlandahúsinum í dag, tá ið Annika [...] innan kappríðina á Paralympics, hevur høvuðsframløguna og Martin Johannesen úr Klaksvík, sum er føddur við spastiskum lammilsi í beinunum, greiðir frá sínum arbeiðslívi og fritiðarlívi. Divaz undirheldur við
skipsføraraprógv frá Marstal Navigationskole í 2010 og bachelor-prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2019. Hann hevur verið yvirmaður í frálandavinnuni í 10 ár. Deildarleiðarin hevur fyrst og [...] Nýggur deildarleiðari er settur á maritimu útbúgvingarstøðini Sjónám í Klaksvík. Tað er Brandur í Funningsstovu, sum tekur við starvinum í næstu viku, og hann tekur við eftir Boga Gardar, sum er farin úr starvinum
Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur sett Sigrun Jónsveinsdóttir sum nýggjan verkætlanarleiðara. Hon hevur útbúgving sum Cand. soc.MSc. Management of Creative Business Processes. Eisini eru hon útbúgvin [...] kunningarstovuni í Runavík. Eisini hevur hon drúgvar royndir innan marknaðarførslu. Hon fær ábyrgd av fleiri verkætlanum, sum Íverksetarahúsið hevur, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat [...] Haraftrat fer hon at ráðgeva íverksetarum. Sigrun byrjar í starvinum 1. august 2018.
Landsverk sigur á heimasíðuni í kvøld, at tað eru ivasom koyrilíkindi kring landið. Tí umframt, at tað eru upp í 30 m/s á Fámjinsvegnum og á Norðadalsskari, so er tað eisini hált í fleiri støðum. Landsverk [...] at tað er hált á Oyggjarvegnum, á Fámjinsvegnum, á Dalavegnum til Viðareiðis, á Gerðabøi í Klaksvík, á Gøtueiði, í Runavík og á Vatnsoyrum. Komandi dagarnar verður eisini nakað av vindi og tað verður kalt
stóra jólatiltakið, Norðurjól, í Vágstúni í Klaksvík í morgun. Skráin er fjøltáttað og á pallinum framføra yngra og eldra Skúlakórið á Skúlatrøð, 17 Sangarar, Barnakórið í KFUM & K, Bubu, Rakul Ró og Hallur [...] hugnaliga økinum í Vágstúni eru smáar smáttur settar upp og í ymisku smáttunum eru sniðgivnar vørur, føroysk framleiðsla, serstakar vørur í Norðoyggjum, matur og drekka til sølu. Klokkan 15. 30 í dag verður [...] verður jólatræið í Vágstúni tendrað, Klaksvíkar hornorkestur spælur, og tá kemur jólamaðurin eisini á vitjan.