Landsverk: Hált og nakað av vindi í kvøld

Landsverk sigur á heimasíðuni í kvøld, at tað eru ivasom koyrilíkindi kring landið. Tí umframt, at tað eru upp í 30 m/s á Fámjinsvegnum og á Norðadalsskari, so er tað eisini hált í fleiri støðum. 

 

 

 

Landsverk sigur júst nú, at tað er hált á Oyggjarvegnum, á Fámjinsvegnum, á Dalavegnum til Viðareiðis, á Gerðabøi í Klaksvík, á Gøtueiði, í Runavík og á Vatnsoyrum. 

 

 

 

Komandi dagarnar verður eisini nakað av vindi og tað verður kalt. Les veðurforsøgnirnar fyri komandi dagarnar, við at trýst á her.