Tað er í dag, at Føroyar hátíðarhalda altjóða handikappdagin.
Runt um í heiminum verður varpað ljós á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek. Hetta
gera vit eisini í Norðurlandahúsinum í dag, tá ið Annika Olsen, landsstýriskvinna setir dagin.
Annika Lykke Dalskov, úr Odensen, sum hevurvunnið fleiri heiðursmerki innan kappríðina á Paralympics, hevur
høvuðsframløguna og Martin Johannesen úr Klaksvík, sum er føddur við spastiskum lammilsi í beinunum, greiðir frá sínum arbeiðslívi og
fritiðarlívi.
Divaz undirheldur við tónleiki. Tiltakið byrjar kl. 14.30 og er ókeypis.