Tað sigur Arnbjørn T. Hansen um møguleikan hann fekk móti endanum av málleysa javnleikinum móti Víkingi við Margáir í kvøld.
Arnbjørn Hansen hevur ikki verið á vøllinum síðani EB/Streymur tann 10. apríl spældi í Klaksvík. Í dag kom hann á vøllin seinastu tólv minuttirnar móti Víkingi. Arnbjørn fekk ein møguleika at avgera dystin, men skotið fór fram við.
- Tað er deiligt at spæla aftur og fáa nakar minuttir, sigur framherjin hjá EB/Streymi við portalin í kvøld.
Hoyr samrøðuna við Arnbjørn Hansen undir greinini.