Jógvan spælir í Klaksvík

Jógvan Joensen hevur útgávukonsert í Klaksvík leygardagin

Leygardagin kl. 16:00 hevur Jógvan Joensen útgávukonsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Jógvan hevur seks útgávukonsertir á skránni kring landið, og konsertin í dag er tann næstseinasta í røðini.

Fyri jól kom fyrsta útgávan hjá Jógvani Joensen – EP’in Love That You Love – og tað er í sambandi við hesa útgávu, at Jógvan er á konsertferð.


Tónleikararnir, sum spæla saman við Jógvani, eru:

Andreas T. Restorff, cello

Maria Ljósá, sang

Per I. H. Petersen, slagverk

 

 Atgongumerki til konsertina í dag kunnu keypast við dyrnar.