Mika lendur í Vágum

Heimsstjørnan, Mika, sum skal framføra á Summar Festivalinum í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 22, er nú lendur í í Vágum.

 

Hann flýgur ikki við vanliga rutunetinum, men er komin við sínum egna flogfari úr London. Hann kann so saman við fylgi njóta ein frídag í Føroyum, áðrenn hann fer á pallin í annaðkvøld.

 

Gitt verður, at hann fer av aftur landinum eftir framførsluna í annaðkvøld, tí slíkar heimsstjørnum hava úr at gera hvørt vikuskifti.

 

Lesini eisini »Mika kemur í kvøld« við at trýsta her.