Fernisering við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum

Í morgin, sunnudagin, klokkan 14.00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Har fáa fólk samstundis høvi at heilsa upp á listamannin.

Í morgin, sunnudagin, klokkan 14.00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Har fáa fólk samstundis høvi at heilsa upp á listamannin.

 

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar, vatnlitsmynd og steinprent.

 

Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl 09.00 til 17.00 og sunnudag frá kl 14:00 til kl 17:00.

Framsýningin hongur uppi allan mars mánað, og tað er ókeypis at vitja framsýningina, heilsa tey í Gamla Seglhúsinum, sum siga, at øll eru hjartaliga vælkomin!