so stór, sum hon var í viku 36 frá 1. til 7. september í ár. Tikin vórðu 2.143 tons í kruvdari vekt, og miðalvektin var 5,50 kg, skrivar Vinnuhúsið. Frá 1. januar til 31. august í ár er tøkan økt við umleið [...] umleið 2,3 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er fiskagoymslan á sjónum í tonsum 16 prosent størri 31. august 2014, enn hon var fyri einum ári síðani. Tí kann væntast, at tøkan eisini
Tað er 25. januar í dag ella pálsmessa. Sambært Dagar og nøvn í árinum hjá Akseli Tórgarð, sála, so var pálsmessa hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskusar. Tveir fuglar koma higar [...] dagurin hevur í Mykinesi verið hildin sum høgtíðsdagur, veit Aksel Tórgarð at siga. Og hann endurgevur Mikkjal á Ryggi at siga í Fuglabókini, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu [...] at saðla tær hestin, so verður summarið gott – summi siga, várið gott, sigur Aksel Tórgarð í Dagar og nøvn í árinum.
Føroyar hava, merkir tað ikki, at hann er púra samdur í tí, sum føroyska landsstýrið stingur út í kortið. Í spurninginum um føroysku framferðina í sildamálinum heldur hann ikki, at Føroyar hava gjørt sítt [...] sett seg í samband við hini londini fyri at tryggja sær undirtøku fyri samráðingunum. EU setti Føroyum ein revolvara fyri høvdið, og tað kann als ikki góðtakast, og tí átti Føroyar at sett seg í samband [...] t. Men Jacob Vestrgaard er ikki samdur við Sjúrð Skaale, serliga ikki sum samráðingarnar endaðu í januar. Hoyrið samrøðuna við Jacob Vestergaard á Rás2:
mánaðir. Leopard gjørdist kent, tá somaliskir sjórænarar lupu á tað í Arabiska Havinum tann 12. januar í 2011. Av tí at manningin hevði sløkt høvuðsmotorin, fingu sjórænararnir ikki skipið við sær. Ístaðin [...] selt einum felagi í Indonesia farmaskipið Leopard. Gamli eigarin váttar fyri tíðindastovuni Ritzau, at skipið varð latið teimum nýggju eigarunum herfyri. Tá hevði tað staðið á sølulista í einar 8 - 10 mánaðir [...] Ekstrablaðið heldur skil á, hvussu leingi menninir hava verið gíslar, og blaðið skrivar í dag, at nú hava teir verið gíslar í 777 dagar.
nýggja ráðnum verður frá 1. januar í ár til 31. desember 2016. Formaðurin síðstu árini, Thomas Dam, ynskir í løtuni ikki at gera viðmerkingar til, hvørt hann hevur hug at halda fram í formansstólinum, um boð [...] Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fingið tilmæli um, hvørji eru skikkað at manna nýggja Búskaparráðið. Setursráðið á Fróðskaparsetrinum lat í vikuni Jørgeni Niclasen ein lista við nøvnum, og nú er [...] landsstýrismanni at velja burturúr. Limirnir í Búskaparráðnum skulu vera búskaparfrøðingar. Sambært lógini fyri Búskaparráðið er uppgávan at fylgja búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig v
vaksin. Teir flestu seldu bilarnir kostaðu í miðal 260-270.000 krónur. Framgongdin var stór í søluni av Mercedes-Benz bilum. Í 2011 vórðu seldir 12 bilar, í fjør var sølan 52 bilar. Pauli Waag roknar ikki [...] av bilum hjá bilasøluni Ivan Bilar vaks nógv í fjør eins og hjá hinum. - Tað kann hugsast, at tað hevur samband við flatskattin, sigur Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum. Men sølan av teimum heilt heilt dýru [...] fæst fyri 370.000 krónur og uppeftir. Pauli Waag sigur, at gongdin tykist at hava verið tann sama í januar.
vestan eftir, og hetta gevur stóra aldu og brim í teimum oyggjum, har opið hav er vestureftir. Hin 4. januar í ár hugleiðir Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, soleiðis á Facebook-síðuni - Koltur - [...] at einsamallur í náttúruni er eitt hvørt dragandi og lokkandi við hesum ófatiligu náttúrukreftum, sum gera seg galdandi. Í samband við viðheftu mynd, sum Bjørn Patursson tók av briminum í Koltri herfyri [...] herfyri, sigur hann soleiðis: - Undir Gíningi býr ein gívur. Men, hon er ikki altíð heima. Vónandi ikki í dag... leggur hann aftrat.
Ársins Leiðarar 2018, hevur í dag sín fyrsta fund at viðgera innkomin uppskot. Nógv evni eru at velja í, bæði innan tað privata og tað almenna, verður sagt í tíðindaskrivi. Í dómsnevndini sita Jóhanna á [...] Hotel Føroyum fríggjadagin 26. januar. Synergi er fyriskipari á degnum, og er hetta 14 árið á rað at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. Stórur áhugi er fyri degnum, sum í ár hevur eitt viðkomandi tema [...] leiðarar 2017 vóru Johannes Jensen, stjóri, Gist & Vist, innan tað privata, og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, innan tað almenna.
vøkstur í Esbjerg. Men eisini hevur hann roynt seg í íslendskum fótbólti. Árini 2012 til 2014 spældi Dennis Nielsen fyri BÍ/Bolungarvík í Íslandi. Eisini hevur danski verjuleikarin roynt seg í danska felagnum [...] Felagsliðið í Suðuroynni, sum komandi ár fer at hava navnið Suðringar, boða í kvøld frá, at felagið hevur styrkt um verjupartin til komandi kappingarár. Leikarin, ið skal styrkja um liðið hjá Suðringum [...] Varde IF. Á Facebook síðuni hjá Suðringum stendur, at danski verjuleikarin kemur til landið fyrst í januar 2018.
vart í 10 ár, men nú er komið á mál! Nú er nevniliga endaliga greitt, at nógv umrødda Projekt Salt á Drelnesi í Suðuroy, verður veruleiki. Grunnurin, sum stendur fyri arbeiðnum, hevur so seint sum í morgun [...] Rasmussen, formaður í grunninum. Tískil verða sáttmálarnir um byggingina undirskrivaðir í dag og sjálvt arbeiðið byrjar næsta mikudag, tann 20. november. Mentanarhúsið skal vera liðugt at taka í nýtslu mánadagin [...] mánadagin 26. januar í 2015. Húsið kostar 58 milliónir og tey, sum fíggja, eru Løgtingið, Fólkatingið og Maersk grunnurin. Endamálið er at byggja eitt altjóða hús til mentan, tónleik og list fyri allar Føroyar