Nýsamanlagda suðuroyarliðið, TB/FCS/Royn, hevur tikið tey flestu á bóli í Effo-deildini í ár. Liðið liggur á einum fjórða plássi í Effo-deildini nú farið er í summarsteðg, sum í verandi løtu gevur teimum atgongd til altjóða fótbólt komandi ár.
Og tað er líkt til, at suðuroyingar ætla sær at vera verandi í oddastríðnum. Í øllum førum hevur felagið hjá suðuroyingum styrkt seg í summar. Fyrst var avtala gjørd við David Muller, ið er sonur til fyrrverandi føroyska landsliðsleikaran, Jan Allan Muller, og í dag er so ein nýggj avtala gjørd við danskan verjuleikara.
Talan er um 19 ára gamla danska verjuleikaran, Anton Holse Justesen, ið seinast hevur spælt fyri AB í Danmark. Undan tí hevur Anton Hulse Justesen annars leikt nógv ár við FC Keypmannahavn, har hann er uppaldur sum fótbóltsspælari.
Anton Hulse Justesen kemur til Føroyar mánadagin, har hann byrjar at venja saman við sínum nýggju liðfeløgum.