Fyrireikingin hevur vart í 10 ár, men nú er komið á mál!
Nú er nevniliga endaliga greitt, at nógv umrødda Projekt Salt á Drelnesi í Suðuroy, verður veruleiki.
Grunnurin, sum stendur fyri arbeiðnum, hevur so seint sum í morgun fingið endaliga váttan úr Fíggjarmálaráðnum um at nú eru øll viðurskifti greið og at farast kann undir arbeiði, sigur Ólavur Rasmussen, formaður í grunninum.
Tískil verða sáttmálarnir um byggingina undirskrivaðir í dag og sjálvt arbeiðið byrjar næsta mikudag, tann 20. november.
Mentanarhúsið skal vera liðugt at taka í nýtslu mánadagin 26. januar í 2015.
Húsið kostar 58 milliónir og tey, sum fíggja, eru Løgtingið, Fólkatingið og Maersk grunnurin.
Endamálið er at byggja eitt altjóða hús til mentan, tónleik og list fyri allar Føroyar.