Seinastu tíðina hevur verið nógv illveður vestan eftir, og hetta gevur stóra aldu og brim í teimum oyggjum, har opið hav er vestureftir.
Hin 4. januar í ár hugleiðir Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, soleiðis á Facebook-síðuni - Koltur - um brim:
- Tað er ein heilt serlig uppliving hvørja ferð, slíkir brimdagar eru. Upplivingin er líka so dragandi sum allar bestu summardagar.
Bjørn Patursson vísir á, at einsamallur í náttúruni er eitt hvørt dragandi og lokkandi við hesum ófatiligu náttúrukreftum, sum gera seg galdandi.
Í samband við viðheftu mynd, sum Bjørn Patursson tók av briminum í Koltri herfyri, sigur hann soleiðis:
- Undir Gíningi býr ein gívur. Men, hon er ikki altíð heima. Vónandi ikki í dag... leggur hann aftrat.











