Havbúnaðarfelagið hevur síðani 2005 skrásett tøkuna av laksi viku fyri viku, men ongantíð áður hevur tøkan verið so stór, sum hon var í viku 36 frá 1. til 7. september í ár. Tikin vórðu 2.143 tons í kruvdari vekt, og miðalvektin var 5,50 kg, skrivar Vinnuhúsið.
Frá 1. januar til 31. august í ár er tøkan økt við umleið 2,3 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er fiskagoymslan á sjónum í tonsum 16 prosent størri 31. august 2014, enn hon var fyri einum ári síðani. Tí kann væntast, at tøkan eisini fer at verða stór restina av 2014.
Havbúnaðarfelagið skipar fyri vikuligu uppgerðina yvir tøkuna, sum verður løgd á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum her industry.fo