Nýtt Búskaparráð á gáttini

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fingið tilmæli um, hvørji eru skikkað at manna nýggja Búskaparráðið.

Setursráðið á Fróðskaparsetrinum lat í vikuni Jørgeni Niclasen ein lista við nøvnum, og nú er tað so upp til landsstýrismanni at velja burturúr.

Limirnir í Búskaparráðnum skulu vera búskaparfrøðingar. Sambært lógini fyri Búskaparráðið er uppgávan at fylgja búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig viðurskifti.

Búskaparráðið verður valt fyri eitt fýra ára skeið, og skeiðið hjá nýggja ráðnum verður frá 1. januar í ár til 31. desember 2016.

Formaðurin síðstu árini, Thomas Dam, ynskir í løtuni ikki at gera viðmerkingar til, hvørt hann hevur hug at halda fram í formansstólinum, um boð verða eftir honum aftur hesaferð.

Jørgen Niclasen dugir ikki at siga neyvt, hvussu skjótt hann fer at útnevna nýggja Búskaparráðið.