Sølan av bilum hjá bilasøluni Ivan Bilar vaks nógv í fjør eins og hjá hinum.
- Tað kann hugsast, at tað hevur samband við flatskattin, sigur Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum.
Men sølan av teimum heilt heilt dýru bilunum er lítið og einki vaksin. Teir flestu seldu bilarnir kostaðu í miðal 260-270.000 krónur.
Framgongdin var stór í søluni av Mercedes-Benz bilum. Í 2011 vórðu seldir 12 bilar, í fjør var sølan 52 bilar.
Pauli Waag roknar ikki Merdeses-Benz fyri luksusbilar, tí hesir bilar eru vorðnir bíligari, og bilasølan hevur eisini bjóðað góð tilboð.
Ein Mercedes-Benz fæst fyri 370.000 krónur og uppeftir.
Pauli Waag sigur, at gongdin tykist at hava verið tann sama í januar.