Gíslaskipið selt

Danska reiðaríið Shipcraft hevur selt einum felagi í Indonesia farmaskipið Leopard. Gamli eigarin váttar fyri tíðindastovuni Ritzau, at skipið varð latið teimum nýggju eigarunum herfyri. Tá hevði tað staðið á sølulista í einar 8 - 10 mánaðir.

Leopard gjørdist kent, tá somaliskir sjórænarar lupu á tað í Arabiska Havinum tann 12. januar í 2011. Av tí at manningin hevði sløkt høvuðsmotorin, fingu sjórænararnir ikki skipið við sær. Ístaðin fyri tóku teir teir seks menninar, sun mannaðu skipið, og teir eru framvegis gíslar í Somalia.

Millum teir seks eru tveir danskir ríkisborgarar, Eddie Lopéz og Søren Lyngbjørn (myndin). Hinir fýra menninir eru úr Filipsoyggjunum. Ekstrablaðið heldur skil á, hvussu leingi menninir hava verið gíslar, og blaðið skrivar í dag, at nú hava teir verið gíslar í 777 dagar.