ella styttri arbeiðsgongd. Tá ein lærari velur at nýta fleiri skúlatímar til at seta ein leik upp, er tað ikki av tilvild. Í arbeiðsgongdini er lættari at fáa næmingarnar við í alla arbeiðsgongdina. Næmingarnir [...] avbjóðingar, sum teir ikki fáa í tí vanligu undirvísingini, t.d. at ein bólkur fær ta uppgávu at gera eina pallmynd til ásetta tíð. At framføra eitthvørt, sum næmingarnir sjálvir hava evnað til, hevur [...] sum er grundleggjandi í allari undirvísing. Her hugsi eg t.d. um at tosa hart og týðiligt, at lurta, meðan onnar tosa, hugsa fjølbroytt og at samstarva. Sum lærari møtir tú næmingunum á øðrvísi hátt enn í
studentar í túsundatali at síggja í gøtunum í Teheran. At enda kendu myndugleikarnir seg noyddar at senda vælmannað løgreglulið at reka studentarnar úr gøtunum, men tað merkir ikki, at mótmælini eru tagnað [...] Hann vil heldur fara í deyðan enn at slaka fyri einari konservativari islamskari rættarskipan, sum hevur dømt hann at verða hongdur, tí hann hevur mælt prestastýrinum til at fara undir nýskipanir. Týsdagin [...] Týsdagin kunngjørdi ákæruvaldið, at tað heldur fast um deyðarevsingina, men at Aghajari hevur møguleika at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Tað skal hann gera í seinasta lagi tann 3. desember, men mikudagin
tapt. Enn eru silvurmerkini tó eftir, og to at hesi neyvan smakka eins væl, so er einki at ivast í, at tær gulu ætla at nýta seinastu dystirnar til at staðfesta hesi í. Dysturin í tølum VÍF-Tjaldur 27-15 [...] tað liðið, sum kundi roknast at geva VÍF stóvegis mótstøðu, og tá VÍF longu eftir fyrsta korterið hevði lagt seg nøkur mál framum, var ikki so øgiliga nógv at tosa um. Uttan at tær nakran tíð veruliga tóku [...] eisini sigast at vera av tí meira teoretiska slagnum. Framvegis eru fýra stig upp til VB, og nú tað bert eru tríggir dystir eftir at spæla, mugu sjálvt ídnastu VÍF-viðhaldsfólkini ásanna, at spælið er tapt
leiðslu grunnsins støðugt at hava eyguni eftir at limir okkara til eina hvørja tíð skulu kenna seg heilt vissar í at teimum verður veitt tað ískoyti, teir til einahvørja tíð eiga at fáa. Grunnurin varð í 2000 [...] játtað at verða uppstillaður sum valevni til formanssessin í Havnar Arbeiðsmannafelag á aðalfundinum 1. februar 2003. Í hesum sambandi hevur verið kastað mær fyri, at eg í óðum verkum havi lovað at hækka [...] megnartak limum felagsins at bata og rættiliga leingi var felagið í fremstu røð millum arbeiðarafeløg hesum viðvíkjandi. Nú er tó hent tað at mong feløg eru farin ljósár framum HAF við at stovna eina bráðfei
sjómansheiminum, og síðani fóru tey í Miklagarð at hyggja, hvat handilin hevði at bjóða. Petra sigur frá, at tey týskvøldið vóru og bowlaðu. Flennandi sigur hon, at hon smurdi Hans Jørgin av. Mikumorgunin kl [...] ringdi og segði Petru, konu Hans Jørgin, at tey høvdu vunnið ein stóran vinning í Sosialinum, helt hon, at verdóttirin spældi henni eitt puss. - Eg visti als ikki, at vit vóru við í kappingini, tí eg helt [...] - Eg var eftir gággum, tá ið elsti sonurin ringdi umborð og segði, at Sosialurin hevði ringt. Eg hugsaði bara, at teir vildu spyrja meg um eitthvørt viðvíkjandi útróðri, tí tað eri eg onkuntíð fyrr spurdur
mikið ávegis, at í summar mugu fólk venja seg við at skilja og annað gott. ?Av fleiri orsøkum er tað ikki heppið, at fólk koma við burturkastinum sum nú. Tað kann vera beinleiðis hættisligt at skulu standa [...] umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð. Broytingarnar fara at merkja, at í framtíðini skal pappír og papp skiljast frá øðrum burturkasti, umframt at eitt bingju- og móttøkupláss skal gerast við Brennistøðina [...] Broytingarnar fara at ávirka allar stovnar og virkir í kommununi, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í kunnandi skrivi, sum er sent út til virki og stovnar í høvuðsstaðnum fyri at kunna tey um broytingarnar
leingi vónin er til staðar, ber ikki til at avskriva liðið. Hinvegin er lítið at ivast í, at tapið hjá Fram merkit, at teir nú mugu siga endaliga farvæl við FM-heitið. At teir aftur í ár skulu taka øll á bóli [...] greitt, at vinnarin her hevði ein møguleika at leggja seg út í oddastríðið, og tí lá eitt hampuligt trýst á pørtunum, tá farið varð á vøllin. Men tað var hampuliga skjótt, at SÍ hevði gjørt greitt, at hendan [...] meira ella minni favorittar at taka gullmerkini, men í endaspælinum gekk heilt galið, og alt endaði við, at Fram brádliga hevði sníkt seg fram á oddasessin. Um tað skal eydnast SÍ at sníkja seg í oddin í ár
Flogbóltssambandið, sum hevði sett sær fyri, at nú skuldu ymsu fjølmiðlafólkini innan ítrótt kappast, og fyri at finna eina ítrótt, har øll kundu vera við, varð gjørt av, at talan skuldi vera um eina bowling-kapping [...] í bowling-høllini so sett at skriva ymsu spølini út, soleiðis at Magni Arge kundi boða frá, hvør varð vinnarin av kappingini. Undir handanini tók Magni Arge skemtandi til, at stigini hjá ymsu luttakarunum [...] luttakarunum týðiliga bóru prógv um, hví hesir høvdu valt at siga frá um ítrótt, heldur enn at íðka ítrótt sjálvir, og undir øllum umstøðum kann staðfestast, at talvan við norðari bróstið á bowling-høllini neyvan
landsstýrismaðurin at tosa við Berg í Garði, sum hevur verið burturstaddur, um málið. Vit vóna, at endaliga avgerðin verður, at posthúsið á Toftum verður verandi opið. Ikki talið Alfred sigur, at tað er ikki [...] gjørt mun, at vit her í kommununi hava "reagerað" og roynt at greitt frá, hvønn týdning posthúsið í veruleikanum hevur, sigur Alfred. Góð postboð Løgtingsmaðurin harmast um, at ætlanin er at minka um talið [...] Garði, sum avgjørdi, at posthúsið á Toftum skuldi lata aftur, hósdagin 24. apríl. Men nú hevur so landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum ikki visti av hesi ætlan, avgjørt fyribils at annulera avgerðina
við at siga, at hansara fatan er, at fyribyrging í sær sjálvum er kríggj. - Tað er sum at fara í hernað móti skeivum heilsuatburði og atburði yvirhøvur, segði Bill Justinussen, tá hann beyð øllum at vera [...] Regin. Hann legði dent á, at hash, sum av summum verður sagt at vera meinaleyst, er eitt sera vandamikið evnið. Regin helt ein serstakliga viðkomandi fyrilestur, har hann vísti á, at rúsevnistrupulleikar ofta [...] báðum foreldrum at arbeiða. Tað ger, at spurningurin, hvør skal ansa barninum, tá tað er komið til verðina, heldur er ein trupulleiki enn ein sjálvfylgja. Tað er umráðandi fyri børn at verða lagrað positivt