Landsstýrismaðurin byrjaði fundin við at siga, at hansara fatan er, at fyribyrging í sær sjálvum er kríggj.
- Tað er sum at fara í hernað móti skeivum heilsuatburði og
atburði yvirhøvur, segði Bill Justinussen, tá hann beyð øllum at vera hjartaliga vælkomnum til fundin um fyribyrging.
Ætlanin við fundinum var í fyrsta lagi at geva landsstýrismanninum íblástur til eina fyribyrgingarætlan fyri Føroyar. Økini, sum familju- og heilsumálaráðið heldur hava størstan skund, eru: Kostur, rørsla, harðskapur og rúsevnir.
Við hesum fyri eyga, hevði Bill bjóðað Fyribyrginarráðnum, Ítróttarsambandi Føroya, Økonomfelag Føroya, Tollvaldinum og Løgregluni at hava framløgur fyri politikarum, heilsustarvsfólki, fráhaldsfeløgum, kirkjum og samkomum.
Rúsdrekkasøla Landsins og bryggjaríini vóru eisini umboðaði á fundinum, saman við pedagogum og øðrum sum hava tilknýti til børn og ung.
Rúsevnini floyma
Regin Jørgensen, sum burturav arbeiðir við narkomálum hjá løgregluni, helt fyrilestur um rúsevnismisnýtslu.
- Rúsevnini floyma inn yvir okkum, segði Regin.
Hann legði dent á, at hash, sum av summum verður sagt at vera meinaleyst, er eitt sera vandamikið evnið.
Regin helt ein serstakliga viðkomandi fyrilestur, har hann vísti á, at rúsevnistrupulleikar ofta kunnu førast heilt aftur til tíðina, tá eitt barn varð gitið í móðurlívi.
Hann segði m.a., at fyrst, eitt barn er gitið, byrja foreldrini at hugsa um, hvussu tey skulu sleppa av við barnið. Við tí sipaði hann til lívsmynstrið, vit hava í dag við stóru krøvunum, sum gera tað neyðugt hjá báðum foreldrum at arbeiða. Tað ger, at spurningurin, hvør skal ansa barninum, tá tað er komið til verðina, heldur er ein trupulleiki enn ein sjálvfylgja.
Tað er umráðandi fyri børn at verða lagrað positivt heilt frá byrjan av, legði løgreglumaðurin áherðlsu á.
Góðir fyrilestrar
Hini, sum hildu fyrilestrar vóru, Jenny Lydersen fyri Fyribyrgingarráðið, Sølvi Reinert Hansen fyri ÍSF, Bente Kjær fyri Økonomfelagið, Kjartan D. Joensen fyri Tollvaldið. Og fyri løgregluna helt Jens Jensen, eisini fyrilestur um arbeiðið hjá løgregluni í samband við rúsevnir.
Vit fara í komandi bløðum at viðgera nakað av tí, sum kom fram á fundinum.