Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
Tað var einki at ivast í, at VÍF ætlaði sær bæði stigini, tá Tjaldur vitjaði um vikuskifitð. Hóast meistararnir nú mugu metast sum fyrrverandi, so eiga tær framvegis næst sterkasta liðið í landinum, og hetta varð so dyggiliga undirstrikað sunnudagin.
Kanska var Tjaldur nú ikki tað liðið, sum kundi roknast at geva VÍF stóvegis mótstøðu, og tá VÍF longu eftir fyrsta korterið hevði lagt seg nøkur mál framum, var ikki so øgiliga nógv at tosa um.
Uttan at tær nakran tíð veruliga tóku sær um reiggj, varð munurin javnt og samt øktur, og tó at ferðin á spælinum fór heilt niður í botn seinna umfarið, so kom Tjaldur ongan tíð í aftur dystin.
Enda niðast
Einasta staðfestingin sum so av dystinum - umframt styrkislutfallið - mundi tí vera, at Tjaldur verður niðasta liðið í kvinnudeildini. Hóast fáur mundi ivast í hesum undan dystinum, so høvdu tær tá framvegis ein teoretiskan møguleika at røkka eitt pláss upp, men nú er hesin so eisini fokin.
FM-møguleikin hjá VÍF má eisini sigast at vera av tí meira teoretiska slagnum. Framvegis eru fýra stig upp til VB, og nú tað bert eru tríggir dystir eftir at spæla, mugu sjálvt ídnastu VÍF-viðhaldsfólkini ásanna, at spælið er tapt.
Enn eru silvurmerkini tó eftir, og to at hesi neyvan smakka eins væl, so er einki at ivast í, at tær gulu ætla at nýta seinastu dystirnar til at staðfesta hesi í.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 27-15 (16-8)
Málskjúttar:
VÍF: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 7, Jackilin Durhuus 7(1), Sóley Mikkelsen 6, Nicoleta Radu 3, Alis Høghamar 1, Fríða Marjunardóttir 1(1), Sára Jógvansdóttir 1, Eyðritt Andresen 1
Tjaldur: Lenka Ribaric 5(2), Milica Ergic 4, Oddvá Fossdalsá 2(1), Turid Lamhauge 1, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1, Ann Mari Østerø 1
Brotskøst: VÍF 6, Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 2, Tjaldur 1Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen










