Postvirksemi
Tað var postverkstjórin, Bergur í Garði, sum avgjørdi, at posthúsið á Toftum skuldi lata aftur, hósdagin 24. apríl. Men nú hevur so landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum ikki visti av hesi ætlan, avgjørt fyribils at annulera avgerðina hjá postverkstjóranum.
Mótmæltu
Tá ið tað frættist, at dagurin var ásettur, tá ið posthúsið á Toftum skuldi lata aftur, tóku fólk í Nes kommunu seg saman og settu hart ímóti hørðum. Út við 500 undirskriftir vórðu savnaðar, sum mótmæli ímóti hesi ætlan. Øll, sum skrivaðu undir, búgva í Nes kommunu og eru yvir 18 ár.
Alfred Olsen, løgtingsmaður, fegnast um, at landsstýrismaðurin nú hevur annulerað avgerðina hjá postverkstjóranum.
Saman við fólki í Nes kommunu sum heild, heldur løgtingsmaðurin tað vera burtur við at lata posthúsið á Toftum aftur, tí tørvur er á teirri tænastu, sum posthúsið veitir.
- Afturlatingin er nú útsett, men enn veit eingin, hvør endaliga avgerðin verður. Fyrst í komandi viku fer landsstýrismaðurin at tosa við Berg í Garði, sum hevur verið burturstaddur, um málið. Vit vóna, at endaliga avgerðin verður, at posthúsið á Toftum verður verandi opið.
Ikki talið
Alfred sigur, at tað er ikki neyðturviliga er talið av viðskiftafólki, sum sigur, hvussu stórur tørvurin á posthúsinum á Toftum er.
- Her eru nógv virkir, og tey hava sítt samskifti við posthúsið.
Hann vísir á, at tað eina virki rindar millum 200.000 og 250.000 krónur í postgjøldum um árið, og tað er ikki lítið. Onnur virkir rinda einar 5.000-6.000 krónur um mánaðin í postgjøldum.
- Eg haldi, tað hevur gjørt mun, at vit her í kommununi hava "reagerað" og roynt at greitt frá, hvønn týdning posthúsið í veruleikanum hevur, sigur Alfred.
Góð postboð
Løgtingsmaðurin harmast um, at ætlanin er at minka um talið á avgreiðslupostboðum.
- Vit hava nøkur góð postboð, sum kenna viðskiftafólkini. Eins og í øðrum kommunum, búgva eisini gomul fólk her í kommununi, sum ongan møguleika hava at fara á posthús eftir pensjónini, pakkum ella heilivági. Nú skal tað næstan gerast ólógligt at veita hesa tænastu. Og tað er ógvuliga harmiligt, sigur Alfred Olsen.