- Eg var eftir gággum, tá ið elsti sonurin ringdi umborð og segði, at Sosialurin hevði ringt. Eg hugsaði bara, at teir vildu spyrja meg um eitthvørt viðvíkjandi útróðri, tí tað eri eg onkuntíð fyrr spurdur um av fjølmiðlunum, sigur Hans Jørgin.
Um sekstíðina seinnapartin, tá Hans Jørgin kom til hús henda dagin, royndi hann at ringja á fartelefonina, hann hevði fingið nummarið á, men hon svaraði ikki. Dagin eftir royndi hann aftur, men tá var Sosialurin farin í jólafrí.
Tá so verdóttirin ringdi og segði Petru, konu Hans Jørgin, at tey høvdu vunnið ein stóran vinning í Sosialinum, helt hon, at verdóttirin spældi henni eitt puss.
- Eg visti als ikki, at vit vóru við í kappingini, tí eg helt, hon bara var fyri nýggjar haldarar, sigur Petra.
Men nei; tað stóð svart upp á hvítt í Sosialinum, at Hans Jørgin Nysted í Hvannasundi, hevði vunnið eina ferð við Norrønu fyri tvey vaksin og tvey børn við bili. Eina innkeypsferð í Miklagarði í 10 minuttir - og 20 gávukort á 200 krónur, sum handlarnir í Miklagarði hava givið.
Petra helt, at tað kundi ikki bera til, at tey høvdu vunnið alt, ið har stóð nevnt; tað mátti heldur vera tann eina av lutunum, tey høvdu vunnið.
Ikki fyrrenn Petra og Hans Jørgin við sínum egnu eygum lósu Sosialin dagin eftir, trúðu tey, at tey veruliga høvdu vunnið stóra vinningin.
Stuttligur túrur
- Vit fóru til Havnar týsdagin, so vit kundu fyrireika okkum til
innkeypstúrin, men eisini fyri at hugna okkum, siga tey bæði.
Petra og Hans Jørgin fingu sær kamar á sjómansheiminum, og síðani fóru tey í Miklagarð at hyggja, hvat handilin hevði at bjóða.
Petra sigur frá, at tey týskvøldið vóru og bowlaðu. Flennandi sigur hon, at hon smurdi Hans Jørgin av.
Mikumorgunin kl. 9 skuldi so slagið standa. Bert annað av teimum slapp at fylla vognin, og tað skuldi Petra gera, hevði Hans Jørgin gjørt av.