Sørvingar vilja í oddin

Fram fekk ikki givið sørvingum stórvegis mótstøðu, tá liðini hittust sunnudagin

Mansflogbóltur

Ein dystur varð leiktur í bestu mansdeildini sunnudagin, tá Fram vitjaði í Sørvági. Eftir tapið hjá Mjølni leygardagin var greitt, at vinnarin her hevði ein møguleika at leggja seg út í oddastríðið, og tí lá eitt hampuligt trýst á pørtunum, tá farið varð á vøllin.
Men tað var hampuliga skjótt, at SÍ hevði gjørt greitt, at hendan dystin ætlaðu teir sær at vinna. Hóast munurin í tølum kanska ikki var so sjónligur, so hekk spælið hjá sørvingum betri saman, og tað tóktist heldur ikki, sum um havnarmenninir høvdu nakað mótvápn, tá teir í løtum vórðu trýstir í botn.
Við sigrinum togaði SÍ seg upp á triðja plássið, har teir í løtuni eru trý stig aftan fyri ÍF á fremsta plássinum. Enn hevur SÍ tó heimadyst til góðar móti fuglfirðingum, eins og talan eisini er um útidyst móti Mjølni, so hóast grundspælið ikki hilnaðist heilt so væl, sum sørvingar annars høvdu ætlað, so er teirra leiklutur langt ífrá liðugur. Ikki minst, tá hugsað verður um, at teir eisini hava møguleikan at verja steypaheitið, sum teir vunnu sær í fjør.
Hetta er annars ikki sørt umvent av gongdini frá seinasta kappingarári. Tá høvdu sørvingar eitt framúr gott grundspæl, sum gjørdi teir til meira ella minni favorittar at taka gullmerkini, men í endaspælinum gekk heilt galið, og alt endaði við, at Fram brádliga hevði sníkt seg fram á oddasessin. Um tað skal eydnast SÍ at sníkja seg í oddin í ár, skulu vit lata vera ósagt, men enn hava teir ikki heilt slept endanum, og so leingi vónin er til staðar, ber ikki til at avskriva liðið.
Hinvegin er lítið at ivast í, at tapið hjá Fram merkit, at teir nú mugu siga endaliga farvæl við FM-heitið. At teir aftur í ár skulu taka øll á bóli, tykist í løtuni dekan ov veruleikafjart, men enn kunnu teir tó fáa eitt avgerandi orð, tá fullmerkini skulu plaserast. Nakað sum teir kanska eisini fingu seinasta vikuskiftið, tá teir gjørdust teir fyrstu at basa ÍF.