Børn og ung úr øllum landinum skuldu henda dagin spæla sjónleik, sum tey høvdu arbeitt við ta seinastu tíðina.
Flokkurin skuldi framføra leikin "Øskufíu" í Grasagarði, so spenningurin var stórur. Eisini fingu næmingarnir høvi at síggja sjónleikir, sum onnur børn og ung skuldu framføra. Stuttligt og hugvekjandi var at síggja, hvussu ymiskar framførslurnar vóru, allar góðar á hvør sín hátt! Framførslurnar eru "tann lidna vøran". Ein sjónleikur er eitt úrslit av eini longri ella styttri arbeiðsgongd.
Tá ein lærari velur at nýta fleiri skúlatímar til at seta ein leik upp, er tað ikki av tilvild. Í arbeiðsgongdini er lættari at fáa næmingarnar við í alla arbeiðsgongdina. Næmingarnir eru allir á jøvnum føti, tann fakligi førleikin hevur ikki størsta týdning - her er tørvur á øllum næmingum. Arbeitt verður fram móti einum felags úrsliti, har allir næmingar mugu gera sítt til, at felags úrslitið kann gerast so gott sum gjørligt. Her mugu allir næmingarnir samstarva, bæði frammi á pallinum og aftanfyri pallin. Næmingarnir fáa møguleikan at fáa sínar sterku síður fram, eitt nú við dansi, livandi tónleiki, drama o.ø. Næmingarnir fáa avbjóðingar, sum teir ikki fáa í tí vanligu undirvísingini, t.d. at ein bólkur fær ta uppgávu at gera eina pallmynd til ásetta tíð.
At framføra eitthvørt, sum næmingarnir sjálvir hava evnað til, hevur stóran týdning. Hjá nøkrum næmingum er tað ein stór avbjóðing. Teir bróta egin mørk, men í bólki megna tey at standa á palli framman fyri hópin av fólki og føra fram teirra leiklut. Hetta kemur til góðar í gerandisdegnum í skúlanum, har tey javnan leggja fram ymisk arbeiði og verkætlanir. Umframt hetta verður arbeitt við øðrum, sum er grundleggjandi í allari undirvísing. Her hugsi eg t.d. um at tosa hart og týðiligt, at lurta, meðan onnar tosa, hugsa fjølbroytt og at samstarva. Sum lærari møtir tú næmingunum á øðrvísi hátt enn í vanligari undirvísing. Lærarin arbeiðir millum næmingarnar, og hugskot og ynski hjá næmingunum koma sjónligari fram.
Samanumtikið eitt sera gott og væl skipað tiltak. Vit takka fyri, at vit fingu møguleikan at luttaka.