Í deyðan fyri nýskipanir

Í Iran er Hashem Aghajari dømdur til deyða, tí hann hevur mælt prestastýrinum til at fara undir politiskar nýskipanir. Hann kann skjóta dómin inn fyri hægri rætt, men vil ikki.

Hashem Aghajari slakar ikki. Hann vil heldur fara í deyðan enn at slaka fyri einari konservativari islamskari rættarskipan, sum hevur dømt hann at verða hongdur, tí hann hevur mælt prestastýrinum til at fara undir nýskipanir.

Týsdagin kunngjørdi ákæruvaldið, at tað heldur fast um deyðarevsingina, men at Aghajari hevur møguleika at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Tað skal hann gera í seinasta lagi tann 3. desember, men mikudagin segði verji hansara, dómurin verður ikki royndur í einum hægri rætti. Sambært verjanum er Aghajari sannførdur um, at úrskurðurin hjá rættinum er politiskur.

Eygleiðarar í Iran siga, at málið um Hashem Aghajari hevur stóran áhuga í landinum, og at vandi er fyri ófriði í landinum, verður deyðadómurin fullførdur.

Tí Hashem Aghajari er ikki hvør sum helst. Hann var hermaður í iranska herinum í krígnum við grannalandið Irak í árunum frá 1980 til 1988, har hann misti annað beinið. Hann er í dag professari á einum læraraskúla í høvuðsstaðnum Teheran og limur í einum vinstrasinnaðum politiskum felagsskapi, sum hann eisini umboðar í tjóðartinginum.

Rættarmálið, sum endaði við deyðadómi, var fyri afturlatnum hurðum og elvdi alt fyri eitt til fleiri mótmæli. Millum teirra, sum mótmæltu, var Nasser Qavvami, sum er formaður í lógarnevndini hjá iranska tjóðartinginum. Hann segði, at professarin hevur ikki gjørt ella sagt nakað, sum kann hava revsing við sær og allarminst deyðarevsing. Teir iransku studentarnir mótmæltu eisini, og fyri fyrstu ferð í trý ár vóru mótmælandi studentar í túsundatali at síggja í gøtunum í Teheran. At enda kendu myndugleikarnir seg noyddar at senda vælmannað løgreglulið at reka studentarnar úr gøtunum, men tað merkir ikki, at mótmælini eru tagnað.

-Myndugleikarnir spæla við eld. Støðan á teimum lærdu háskúlunum er ógvuliga spent, og hetta kann lættliga enda við ógvusligum ófriði, sigur politiski eygleiðarin Saeed Laylaz.

Málið um Hashem Aghajari er bert ein liður í valdsstríðnum millum tað konservativa prestastýrið og tann nýskipanarhuga forsetan Khatami. Verður deyðadómurin fullførdur, er vandi fyri, at stríðið í Iran verður av einum øðrum slagi enn nú, siga eygleiðararnir.