døgurðar. Um so verður, so er úrslitið tað sama – bara býtt millum fleiri fólk. Tá vit tosa um »øvundsjúkuskatt«, so skal tað sjálvandi takast í álvara. Landið skal ikki gera handilsligu korini hjá [...] soleiðis, at vanliga fólkið eisini hevur valmøguleikan. Eitt annað mál, sum landsstýrissamongan hevur boðað frá er, at talið á aðalráðum skal lækka eftir valið. Tað er politiskt korrekt [...] tað sjálvandi til. Men um landið velur at spara allar tænasturnar, og varðveita ov nógv størv, so gongur tað út yvir privata vinnulívið, og so er einki vunnið.
a tey trý sjúkrahúsini á sama støði, sum tey hava verið á, tá tøvurin var øðrvísi, so er tað sjálvandi ein avgerð, sum má virðast. Men tá skylda okkara ráðandi fólk at siga okkum, hvussu nógv vit [...] rkinum, tá slíkt kemur fyri. Serlæknin, sum gongur á Tvøroyri, har hann er partur av tilbúgvingini á lokala sjúkrahúsinum, gremur seg um, at hann einki hevur at gera – og at hann saktans kann [...] Myndugleikarnir hava gjørt greitt, at sjúkrahúsverkið skal spara. Og sparast skulu 20 milliónir krónur bara í ár – og út við 50 milliónir krónur næstu fýra árini. Tað tykist, sum um høgra hond
objektivur í einum máli men úrslitið av tínum arbeiði kann verða lagt út sum gott lobbyvirksemi fyri eina sak ella ein part. JÚST í hesum døgum hevur ein kendur bretskur journalistur verið á vitjan í Føroyum. [...] marknatrætuna verður at hoyra í mest einum tí mest kenda útvarpsprogramminum ?Today³, sum oftani er tað, ið leggur dagsskránna fyri orðaskiftinum aftaná. NÚ skulu vit sjálvandi ikki vera so bláoygd og halda [...] kanska vera við til at bloyta málið upp og í síðsta enda tryggja okkum eina rímuliga góða avtalu. So tá tosað verður um lobbyvirksemi er tað eisini ómetaliga týdningarmikið, at vit føroyingar taka okkum
songar, áðrenn seinasti leikur varð fluttur stutt eftir miðnátt, mundi tað kennast sum ein stórur lætti, tá útvarpið í sending síni kl. 7 kundi upplýsa, at Atlantic Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og [...] tankar og kenslur mundu tyngja hvørt sinni í landinum teir spennandi tímarnar mánakvøldið. Um nú skipið sakk, hvørjar avleiðingar hevði tað so ikki fingið fyri reiðarí, fyri manning, ja fyri alt landið! Men [...] fyri tí at fara til skips. Man kann loyva sær at siga, at her er talan um eitt slag av skúlaskipi, ið skal geva serliga ungum føroyingum íblástur til at velja henda partin av vinnuni. Fyri reiðarí, manning
halda fast við hesa støðu. Tá ið Føroyar hava søkt um limaskap í IOC, áðrenn reglurnar vóru táttaðar, so skal føroyska umsóknin sjálvsagt viðgerast eftir teimum reglum, ið tá vóru galdandi. Sum vit hava [...] hava skilt er eitt annað land, Gibraltar, í somu støðu sum vit, og hevur Gibraltar sum nevnt lagt sak móti IOC. Dómurin í hesum máli er avgerandi fyri okkara søk. Vinnur Gibraltar, so fáa vit eins og Gibraltar
slinum á Cuba at royna sína sak við amerikanskar dómstólar. Higartil hevur tað annars verið politikkurin hjá Bush og hansara fólki, at talan er ikki um vanligar fangar, ið eiga rættin til at royna sínar [...] at dómstólurin boygdi seg eftir harraboðum úr Washington. Nú hevur so Hægstirættur talað. Og tá hann talar, tá er eingin hægri, sum kann broyta ta avgerðina. Í Hægstirætti eru orðini og avgerðirnar lóg yvir [...] kunnu viðgerast við hernaðarligar dómstólar. Herfyri royndi ein verji hjá nøkrum av fangunum at fáa sak teirra fyri ein amerikanska dómstól. Hesin vísti sakini aftur við tí grundgeving, at talan er ikki
slíkt? Fær eitt mál sum hetta nakrar avleiðingar? Onkur vil halda, at tá eitt landsstýrisfólk sigur einum stjóra upp, so er tað sum tá ein stjóri á einum privatum virki verður uppsagdur, men so er ikki. [...] sjúkrahússtjóran. Hvat er lógin um ábyrgd landstýrismanna verd, tá tað ikki er landsstýrisfólkið, men bert stýrið og harvið skattgjaldarin sjálvur, ið kemur at svíða fyri skeivar avgerðir? Sjálvsagt merkir eitt [...] Hetta mál reisir fleiri áhugaverdar spurningar. Kann tað verða rætt, at fólk, ið verða illa viðfarin av landsstýrisfólki og systeminum, noyðast at føra rættarsak fyri tíggjutalstúsund krónur og brúka fleiri
óvirðiliga og svikaliga viðfarið av løgmanni. Vit skrivaðu í gjár, at løgmaður hevur ikki nakra góða sak, nú hann brúkti hetta málið til at kappa á stokkinum. Nettupp orð hansara um, at hetta bert var dropin [...] Tjóðveldi á dyr. Tí eiga vit ikki bara at fokusera uppá dropan ella toppin á ísfjallinum, men eisini tað, ið løgmaður sipar til varð høvuðsorsøkin til, at henda samgongan ikki kundi halda fram, nevniliga tað [...] vildu samstarva við Tjóðveldi, soleiðis sum tað hevur verið frammi síðani bumban brast í Tinganesi, tá varð tað meira mansligt og virðiligt av løgmanni at sagt hetta. Føroya fólk hevur krav uppá bæði at
men ein avgerð í hægstarætti hevði við sær, at Gore tapti. Mong halda, at Gore varð snýttur. Síðani tá hevur hann halgað stríðnum móti dálkingini av jørðini alt sítt lív. Hetta er vorðið til eina sera [...] brúka sína orku, evni og kontaktir til amerikanskan politikk og heimspolitikk sum heild sum maðurin, ið fekk friðarvirðislønina og ikki sum ein komandi amerikanskur forseti. Ta uppgávua eigur hann at lata [...] stríð til at gerast forseti. Og tað kann so forkoma tí áliti hann longu hevur skapt um seg og sína sak. Please dont spoil it. Keep the message and motive pure. Tillukku til Al Gore og við vón um, at henda
Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur [...] teirra skylda. Í nýggja debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt orðaskifti. Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og tað mesta av eftirspælinum er farið framvið borðinum [...] gott at fingið eitt breitt orðaskifti, ið kanska kundi ført okkum eitt sindur framá. Konsensus fer man sjálvandi ongantíð at fáa, so leingi talan er um búskaparfrøði, ið so langt frá er ein eksakt vísund.