Oddagrein· Framúr bjarging

Tað mundi koma sera óvart á allar føroyingar, tá tað seint mánakvøldið frættist, at sjálvt flaggskipið í føroyska fiskiflotanum hevði rent á land. Atlantic Navigator við síni stóru manning og góða farmi varð eini ella aðrari orsøk farið á land á Kunoyarnesi, og skiparin gjørdi av at fáa manningina av skipinum. Hóast kvøkkur fyri tey flestu, so gekk alt væl.

Sum tímarnir gingu og útvarpið, lokali Norðlýsisportalurin og Olivantportalurin fylgdu støðuni, endaði hetta drama loksins í øllum góðum, og fyri tey, sum fóru til songar, áðrenn seinasti leikur varð fluttur stutt eftir miðnátt, mundi tað kennast sum ein stórur lætti, tá útvarpið í sending síni kl. 7 kundi upplýsa, at Atlantic Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og ikki lá á havsins botni, um heilt illa vildi til. Tað ultimativa ræðslusenarioið!

Óhugnaligir tankar og kenslur mundu tyngja hvørt sinni í landinum teir spennandi tímarnar mánakvøldið. Um nú skipið sakk, hvørjar avleiðingar hevði tað so ikki fingið fyri reiðarí, fyri manning, ja fyri alt landið!

Men tað skuldi tíbetur vísa seg, at framúr gott arbeiði og góð samskipan millum manningina á brúnni á Atlantic Navigator, teir á Brimli og seinni eisini Fagrabergi, tí lokala bjargingarbátinum Ziska og eisini MRCCstøðina á landi, forðaði fyri, at hetta útviklaði seg til eina sanna vanlukku.

Nú vita vit ikki í skrivandi løtu, hvussu er stætt við skipinum, um hol er komið á ella um skipið hevur fingið skaða annars. Hinvegin kunnu vit tó staðfesta, at tað ringasta hendi ikki. Og hetta eiga vit øll at vera takksom fyri.

Vit skulu heldur ikki gloyma, at tað er ikki av ongum, at Atlantic Navigator verður nevnt flaggskipið í flotanum. Reiðaríið hevur víst framburðshug við at troyta ein stovn á skilabesta hátt – við at brúka fisk, sum annars er farin til mjøl, til høgt foredlaða matvøru, surimi. Vit skulu heldur ikki gloyma, hvussu stóran týdning skipið hevur havt og hevur fyri tey mongu av okkara ungfólkum, eisini kvinnum, sum hava fingið sær hýru har. Skipið hevur líkasum verið við til at broyta hugburð millum uppvaksandi ættarliðið fyri tí at fara til skips. Man kann loyva sær at siga, at her er talan um eitt slag av skúlaskipi, ið skal geva serliga ungum føroyingum íblástur til at velja henda partin av vinnuni.

Fyri reiðarí, manning og ikki minst fyri Klaksvík man tað kennast sum ein lætti fyri ikki at siga ein sigur, at hendingin ikki fekk verri avleiðingar. Vit vilja ynskja øllum, sum hava við skipið at gera, eina góða framtíð.

Sosialurin