Málið vit sipa til er avgerðin um at loyva fangum í tí beryktaða Guantanamo-fongslinum á Cuba at royna sína sak við amerikanskar dómstólar. Higartil hevur tað annars verið politikkurin hjá Bush og hansara fólki, at talan er ikki um vanligar fangar, ið eiga rættin til at royna sínar sakir við vanligar dómstólar. Her er talan um eitt serligt slag av fangum, sum bara kunnu viðgerast við hernaðarligar dómstólar. Herfyri royndi ein verji hjá nøkrum av fangunum at fáa sak teirra fyri ein amerikanska dómstól. Hesin vísti sakini aftur við tí grundgeving, at talan er ikki um vanligar fangar, men um eitt serligt slav av fíggindum av amerikanska samfelagnum. Tvs. at dómstólurin boygdi seg eftir harraboðum úr Washington.
Nú hevur so Hægstirættur talað. Og tá hann talar, tá er eingin hægri, sum kann broyta ta avgerðina. Í Hægstirætti eru orðini og avgerðirnar lóg yvir ølllum lógum. Tvs. at hetta slagið av fangum, sum Bushfyrisitingin hevur sett uttan fyri allan lóg og rætt, nú sleppa at royna seg í dómstólunum. Hetta er eitt óvanliga stórt framstig og boðar tað eisini frá góðum. Tíverri hevur tað í alt ov stóran mun eydnast konservativum forsetum at seta síni fólk við í lyklastørvini í Hægstarætti. Hesir sita fyri lívið, og tá hugsað verður um, hvussu stórt vald Hægstirættur hevur yvir hvørjum tí einasta menniskjað í USA og ikki minst yvir tí frælsi og rættvísi, sum amerikanska tjóðin leggur so stóra dent á, so er tað altavgerandi fyri demokratiið og framtíðina hjá eini tjóð sum USA, hvørji fólk sita í Hægstarætti.
At rætturin nú bráddliga tekur eina avgerð, sum gongur beint ímóti politikkinum hjá Bush í Guantanmomálinum er ein glotti. Tað vísir hóast alt, at rætturin er ikki politiskt stýrdur í einum og øllum men at hann eisini kann virka sum garantur fyri fólkaræði og rættvísi. Vit hava annars ikki gloymt vanæriligu avgerðina hjjá Hægstarætti at loyva deyðarevsing í USA. Vónandi er seinasta avgerðin í fangamálinum ein ábending um, at hesi almáttugi dómstólur ikki er í lummanum á tí konservativa forsetanum hóast alt. Tað er uppá tal at velja nýggjar limir til Hægstarætt. Tað skal so vera okkara vón, at hetta ikki verður í hesum skeiðnum hjá Bush, men at tað verður upp til tann meira liberala demokratin Kerry at gera av, hvørjir eftirmenninir vera, tá skift verður út í Hægstarætti í komandi tíðum. Hetta er ein avgerð, sum forsetin einsamallur situr við. Ja kanska í veruleikanum tann mest týðandi avgerðin, sum amerikanskur forsetur hevur.
Sosialurin