Oddagrein· Nobel friðarvirðisløn til Al Gore

Í farnu viku frættu vit, at fyrrverandi amerikanski varaforsetin og forsetavalevni nøkur ár herfyri, Al Gore, hevur fingið friðarvirðisløn Nobels. Henda stóra heiður fær hann fyri sítt slóðbrótandi og miðvísa arbeiði til frama fyri umhvørvinum og friðinum.

Hetta er maðurin, sum í 2000 kappaðist við George Bush um at gerast amerikanskur forseti. Sum flestu kunnugt fekk hann fleiri atkvøður enn Bush, men ein avgerð í hægstarætti hevði við sær, at Gore tapti. Mong halda, at Gore varð snýttur.

 

Síðani tá hevur hann halgað stríðnum móti dálkingini av jørðini alt sítt lív. Hetta er vorðið til eina sera áhugaverda bók og film um globalu dálkingina m.a. við støði í C02 útláti. Gore hevur ferðast kring alla klótina við sínum boðskapi um eitt reinari umhvørvi, og hetta hevur heilt givið økt um áhugan fyri hesum stóra álvarsmáli.

 

Nú metti so Nobelnevndin, at hann fyri hetta stóra arbeiði hevur uppiborið at fáa friðarvirðislønina. Hesum kunnu vit bara fegnast um, tí tað kann gera, at spurningarnir, sum Al Gore hevur víst á nettupp fara at verða enn meira í fokus eftir hesa avgerð hjá Nobelnevndini.

 

Stóri spurningurin er í løtuni, hvat Al Gore fer at brúka hesa virðisløn til. Tað ganga søgur um, at hann møguliga fer at stilla upp til forsetavalið. Eftir okkara tykki eigur Al Gore at halda fram við sínum arbeiði og heldur brúka sína orku, evni og kontaktir til amerikanskan politikk og heimspolitikk sum heild sum maðurin, ið fekk friðarvirðislønina og ikki sum ein komandi amerikanskur forseti. Ta uppgávua eigur hann at lata til Hillary Clinton, sum eisini er sera metvitandi um teir álvarsspurningar, sum Al Gore hevur reist.

 

Skuldi Al Gore latið seg stilla upp kortini, so vil nakað fara av virðislønini, tí tað kann verða mett, at hann hevur brúkt hetta stríð til at gerast forseti. Og tað kann so forkoma tí áliti hann longu hevur skapt um seg og sína sak. Please dont spoil it. Keep the message and motive pure.

 

Tillukku til Al Gore og við vón um, at henda virðisløn fer at fáa enn størri fokus á ein reinari og harvið friðaligari heim.

 

Sosialurin